Taptu fyrsta dystin

Føroyska U-17 landsliðið var í gjár nær við at fáa stig móti Svøríki

Føroyar spældu í gjár fyrsta dystin til NM-kappingina, sum í hesum døgum verður spæld í Finnlandi.

 

Fyrsti dysturin var móti Svøríki í einum dysti, sum føroyska liðið tapti tepurt 2-1.

 

Føroyar løgdu seg annars á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki, tá álopsleikarin, Steffan Løkin skoraði fyri Føroyar.  

 

Men føroysku leikararnar kláraðu ikki at halda leiðsluna tað sum eftir var av dystinum. Ístaðin var tað Svøríki, ið skoraði tvær ferðir, soleiðis at dysturin endaði 2-1.

 

Sum heild spældi føroyska liðið tó ein góðan dyst, har liðið hevði møguleikar fyri at fáa fleiri enn tað eina málið í dystinum.

 

Í morgin spælir U-17 landsliðið hjá Føroyum aftur. Tá møta teir Íslandi.

 

Teir sum mannaðu føroyska liðið í gjár: Bárður á Reynatrøð – Sjúrður Pauli Nielsen, Gundur E. Petersen, Asbjørn Heðinsson, Fróði P. Rasmussen – Dann Fróðason, Hanus Sørensen, Sølvi Sigvardsen, Lukas G. Giessing – Steffan Løkin, Jógvan Petersen.

 

Inn komu: Sveinur Lava Olsen, Filip í Liða, Elias Moustage og Pól Jákup Lundsbjerg.