Í dag hevur bjóðar Føroyaprent í Havn og Mentunargrunnur Studentafelagsins til móttøku í sambandi við, at 10 ár eru liðin síðani Føroyaprent varð stovnað og 100 ár síðani, at Mentunargrunnur Studentafelagsins gav fyrsta yrkingarsavnið út.
Mentunargrunnur Studentafelagsins er Føroya elsta forlag og er sprottið úr Hinum føroyaska Studentafelagnum í Keypmannahavn, sum bleiv stovnað í 1910. Fyrsta útgávan hjá forlagnum var yrkingarsavn hjá Janus Djurhuus, Yrkingar 1914, sum eisini er fyrsta veruliga yrkingarsavn á føroyskum.
Føroyaprent er úrslit av samanlegging millum arkprentið hjá Dimmalætting og Hestprent. Hetta fór fram 23. juni í 2004.
– Vit skuldu hava eina kappingarføra prentsmiðju í Føroyum, og innflutningurin av prentlutum skuldi minkast. Hetta skuldi fremjast við effektiviseringum og íløgum, ið hóskaðu til føroyska marknaðin, sigur Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent.
Í sambandi við móttøkuna í dag hava Føroyaprent og Mentunargrunnur Studentafelagsins endurprentað Yrkingar frá 1914 eftir J. H. O. Djurhuus og eina plakat við einum málningi hjá Arnoldi Vegghamar.