Ferðast langa leið

Roysningurin, sum varð merktur á Sørvágsfirð seint í summar, hevur nú sent í 100 dagar.

 

Hetta var aðru ferð, hann var merktur í Føroyum og fyrru ferð sendi sendarin í 80 dagar.

 

Sostatt hevur Náttúrugripasavnið havt høvi at fylgt við ferðingarmynstrinum hjá roysninginum í eitt hálvt ár.

 

Síðani hálvan september, hevur roysningurin mest sum alla tíðina, hildið til á firðum og undir landi á eysturlandinum í Íslandi.

 

- Hóast hann mestu tíðina hevur verið á Reyðafirði, hevur hann eisini ferðast nakað fram við strondini og inn á firðirnar har um leiðir.

 

- Einar fýra ferðir hevur roysningurin ferðast til havs. Seinasti túrurin var í  november og tá ferðaðist hann eystur í Norskahav.

 

- Túrurin á opnum havi vardi í tvær vikur, og tá hann vendi, var hann 340 fjórðingar úr Íslandi og 250 fjórðingar úr Noregi.

 

- Samanlagt kenna vit nú ferðaleiðina hjá roysninginum fyri helvtina av 2013. Og hann hevur ferðast minst tvær ferðir millum Føroyar og Ísland.