ligið still í nakrar dagar í tí ringa veðrinum, men at tað hevur verið loggað tvs. at mátitól eru koyrd niður í holið. Uttan iva eru tað hesi mátitólini, sum nú skulu til at kanna, hvat er í brunninum ella [...] hava funnið olju ella gass í Marjunbrunninum. Sum støðan er í løtuni bendir okkurt á, at tað kann ganga báðar vegir. -Eg eri sera spentur um hesa boringina sigur Eyðun Elttør í eini viðmerking. Hann fylgir [...] hjá AmeradaHess hevur valt at hava tunguna mitt í munninum. Hann vil rætt og slætt einki siga. Annað enn at tað hevur gingið sum ætlað, og at teir koma at brúka tveir mánaðir til boringina sum upprunaliga
at nøkur av hesum hugskotunum, vit hava fingið í dag, kunnu brúkast í smábygdunum í Føroyum, heldur Henrik Old, løgtingsmaður, sum eisini var við á ferðini í Trollhättan týsdagin. Hann heldur tað verða lítið [...] ikki í sjálvum sær førir til broytingar, men tað kann seta nakað í gongd, vísir hann á. Henrik Old sigur, at tað sjálvandi eru hugburðsbroytingar, sum skulu til. Ikki bara hjá myndugleikum, men í øllum [...] so hendir einki, sigur hann. Henrik Old sigur, at tey í Javnaðarflokkinum eru komin til tað niðurstøðu, at tað má verða landsstýrið, sum má koma við uppskoti um nýggja ferðslulóg. Hetta er eitt sera krevjandi
enn er hampuliga langt eftir á mál í bestu kvinnudeildini, so er einki at ivast í, at útskiljingin er byrjað. Tey trý oddaliðini, ÍF, TB og Mjølnir, hava alt árið verið í einum flokki fyri seg, men nú er [...] enn einaferð. Í so máta stendur kanska eitt sindur betri til hjá Mjølni, men hinvegin er dysturin kanska enn meira avgerandi fyri teirra viðkomandi. Hóast tær í løtuni eru á øðrum plássi í kappingini, so [...] eisini fer at koma skilnaður millum teirra. Higartil hevur bert verið talan um tann eina innanhýsis dystin millum liðini. Nevnliga hann har ÍF á heimavølli basti TB. Og júst hetta ger, at TB í øllum førum
ymiskt. Óhapp ávirkaði Óhappið í Milano hósdagin, tá eitt lítið flogfar rendi á eini háhús, fekk alt fyri eitt ávirkan á virðisbrævamarknaðunum í Evropa og í USA. Á Dow Jones í New York fall støðið 1,6 prosent [...] 2 prosent. Serfrøðingar væntaðu, at marknaðurin fór at koma í rættlag í gjár. Leggja saman Ein fyribilsuppgerð av atkvøðunum hjá partaeigarunum í teimum báðum stóru amerikansku teldufyritøkunum Hewlett [...] óhapp og ikki eina yvirgangsatsókn, gjørdist marknaðurin støðugur aftur. Í Evropa fekk óhappið eisini ávirkan. Á virðisbrævamarknaðinum í Frankfurt var fallið 2,2 prosent, og hóast italsku myndugleikarnir vissaðu
kristnaðar. Hetta er høvuðsevnið í útileikunum á ólavsøku í ár. Tað er Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, sum stendur fyri tiltakinum í ár. Og fyrireikingarnar eru farnar í gongd, men tað krevur nógv og [...] børnum. Í øllum førum eru tað serliga børnunum, ið tiltakið er ætlað, men óivað fara bæði ung og eldri at hugna sær, tá rómurin byrja í Havnargøtum. Sóknast eftir fólki Ætlanin er at byrja tvey støð í Havnini [...] fyri á ólavsøku fyrst í nítiárunum. Sjónleikur, tónleikur, dansur og gykl. Nú verður hetta tiltak tikið upp aftur. Kanska nøkur teirra, ið sum smærri við fragd upplivdu leikirnar tá, í dag kunnu fara til
fáa eina eykajáttan í summar. Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum. Hann hevur fingið kunning um fíggjarligu støðuna hjá Strandferðsluni, sum vit greiða frá í greinini omanfyri, og [...] eykajáttanir eiga ikki at koma upp á tal og í øllum førum skal peningurin, sum verður játtaður eyka, sparast onkra aðrastaðni. Men Bjarni Djurholm vísir á, at Strandferðslan fyrr í ár vísti á ymsar sparingar [...] politisk undirtøka fyri at seta tær í verk. ?Við at gera uppskot til sparingar, hava Strandferðslan og landsstýrismaðurin í vinnumálum roynt at liva upp til ásetingarnar í fíggjarlógini, men tað tók politiski
Samstundis hoyra vit í miðlunum, at nú fara fleiri fólk at flyta vestur í Vágar, tí tað fer at bera so væl til at búgva har vesturi og arbeiða í Havn. Álvaratos! Sum er, verður triðingurin av øllum lønum [...] tænastur, sum bygdarfólk brúka, tá tey eru í Havn, um tað so er til arbeiðis ella í almennum ørindum. Tað er frítt at arbeiða, eiga ognir, ferðast og búgva allastaðni í landinum. Sjálvt um Eivin vil skatta okkum [...] lønum, sum verða forvunnar í Havn, skattaður á bygd. Tórshavnar kommuna skal asfaltera vegirnar, so píkaskøddir bilar av bygd kunnu koma til Havnar hvønn einasta dag til arbeiðis. Tórshavnar kommuna skal
Ole Bjørn. Færri flokslimir Ein uppgerð av limatalinum í teimum politisku flokkunum í Noregi vísir, at færri og færri fólk leggja í at vera limir í flokkunum. Sambært uppgerðini eru tað serliga teir báðir [...] at seta í verk í toll- og skattaverkinum, fara at elva til størri skattasvik. Hann vísir á, at svik av hesum slagnum er veksandi allastaðni, og tí væntar hann, at eitt skert eftirlit kann koma at kosta [...] hevði Arbeiðaraflokkurin 128.000 limir í 1990, men nú er talið bara 52.800. Hjá Høgra var limatalið fyri tólv árum síðani 107.000. Í dag er tað 52.400. Einasti flokkur í Noregi, sum hevur havt veksandi limatal
eru tættir, sum tiknir verða upp á ferðavinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag. Dagurin er skipaður við fyrilestrum og orðaskifti um ymisk mál, sum koma ferðavinnuni við. Høvuðsyvirskriftin er »Ferðavinna [...] Mullay hevur verið við í Hetlendskari ferðavinnu alla tíðina, oljuvinnan hevur verið týðandi í Heltandi, og hann veit at siga føroyingum, hvussu har gekk, og hvat vit kunnu vænta okkum í samband við eina møguliga [...] Weihe, arkitektur, gjørt eina frágreiðing, sum hann fer at siga frá í fyrilestri, hann fer at halda í Norðurlandahúsinum. Ferðavinnudagurin í Norðurlandahúsinum byrjar klokkan níggju og heldur á til klokkan
Maria Dam er norsk og búsitandi í Føroyum, fyrst frá 1977 til 1981 og kom aftur til Føroya í 1995. Hon hevur vart doktararitgerð í analytiskari evnafrøði við Universitetið í Trondheim, verið gestagranskari [...] Center 1990-95. Síðan 1995 hevur hon verið í starvi á Heilsufrøðiligu Starvsstovu. Hon kannar umhvørviseitur í tí føroyska umhvørvinum; nógv av hesum arbeiði er í samstarvi við onnur norðurlond ella størri [...] hoyra nógv um í sambandi við hval, serliga her á okkara leiðum. Hvaðan koma hesi evnini, hvat verða tey nýtt til, hvussu vandamikil eru tey, og hvussu síggjast tey aftur her hjá okkum? Í fyrilestrinum