Kvinnuflogbóltur
Hóast tað enn er hampuliga langt eftir á mál í bestu kvinnudeildini, so er einki at ivast í, at útskiljingin er byrjað. Tey trý oddaliðini, ÍF, TB og Mjølnir, hava alt árið verið í einum flokki fyri seg, men nú er líkt til, at tað so spakuliga eisini fer at koma skilnaður millum teirra.
Higartil hevur bert verið talan um tann eina innanhýsis dystin millum liðini. Nevnliga hann har ÍF á heimavølli basti TB. Og júst hetta ger, at TB í øllum førum ikki hevur ráð at missa enn einaferð. Í so máta stendur kanska eitt sindur betri til hjá Mjølni, men hinvegin er dysturin kanska enn meira avgerandi fyri teirra viðkomandi. Hóast tær í løtuni eru á øðrum plássi í kappingini, so hevur tað bent tann vegin, at tær eru eina lítla tonn veikari enn ÍF og TB. Skal hetta mótprógvast, so skal tað helst gerast nú, meðan tær hava heimavøll, tí annars kann tað gerast sera trupult at røkka longur enn til bronsuna.
Hin dysturin í kvinnudeildini verður á Kambsdali, har Dráttur kemur á vitjan. Á pappírinum átti talan at verið um eina yvirkomuliga uppgávu hjá ÍF. Ikki minst nú Dráttur tykist hava tað trupult í løtuni. Men hinvegin hevur júst Dráttur eina ferð fyrr í ár sett kílar í hjá ÍF, og so er spurningurin, hvørt tær á oddaliðnum lærdu nakað av teirri ferðini, ella um Dráttur enn einaferð skal órógva.