? Eg haldi, at nøkur av hesum hugskotunum, vit hava fingið í dag, kunnu brúkast í smábygdunum í Føroyum, heldur Henrik Old, løgtingsmaður, sum eisini var við á ferðini í Trollhättan týsdagin.
Hann heldur tað verða lítið sømuligt, at Føroyar eru einasta norðurlandið, sum ikki hevur ein ferðslutrygdarpolitikk, og heldur, at tað er upplagt at vit eisini taka Null-hugsjónina til okkum.
? Sjálnvadi kostar hatta nógvar pengar. Men vit mugu seta okkum eitt mál, tí gera vit ikki tað, so hendir einki, sigur hann.
Henrik Old sigur, at tey í Javnaðarflokkinum eru komin til tað niðurstøðu, at tað má verða landsstýrið, sum má koma við uppskoti um nýggja ferðslulóg. Hetta er eitt sera krevjandi arbeiði, sum ein andstøðuflokkur ikki er førur fyri at gera.
? Í tinginum kunnu vit sjálvandi luttaka í arbeiðinum, og tað fara vit eisini at gera, heldur Henrik Old, sum skjýtur upp, at løgtingið heldur eitt aðalorðaskifti um ferðslutrygdarpolitikk, so greiða fæst á, hvat føroyskir politikarar vilja á hesum øki. Hann leggur dent á, at eitt aðalorðaskifti ikki í sjálvum sær førir til broytingar, men tað kann seta nakað í gongd, vísir hann á.
Henrik Old sigur, at tað sjálvandi eru hugburðsbroytingar, sum skulu til. Ikki bara hjá myndugleikum, men í øllum samfelagnum. Hann heldur, at nógvar smærri ábøtur kundu verið gjørdar, sum høvdu verið í tráð við Null-hugsjónina, eitt nú at byrgja fyri, har vanlukkur henda fleiri ferðir.