Strandferðslan
Áki Bertholdsen
? Strandferðslan má fáa eina eykajáttan í summar.
Tað heldur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum.
Hann hevur fingið kunning um fíggjarligu støðuna hjá Strandferðsluni, sum vit greiða frá í greinini omanfyri, og nú fer hann at kunna Landsstýrið um málið.
Men hansara tilmæli er, at Strandferðslan fær eina eykajáttan.
Annars hava politikarar boðað frá, at eykajáttanir eiga ikki at koma upp á tal og í øllum førum skal peningurin, sum verður játtaður eyka, sparast onkra aðrastaðni.
Men Bjarni Djurholm vísir á, at Strandferðslan fyrr í ár vísti á ymsar sparingar, men tað var ikki politisk undirtøka fyri at seta tær í verk.
?Við at gera uppskot til sparingar, hava Strandferðslan og landsstýrismaðurin í vinnumálum roynt at liva upp til ásetingarnar í fíggjarlógini, men tað tók politiski myndugleikin ikki undir við.
? Og tað mugu so bæði Landsstýrið og Løgtingið taka avleiðingarnar av og játta Strandferðsluni meiri pening, sigur hann.
Kann tað henda, at peningurin skal sparast aftur á onkrum øðrum øki hjá Vinnumálaráðnum?
Tað er sjálvandi ein spurningur, sum má takast upp. Men støðan er tann, at Strandferðslan hevur sjálv víst á sparingar.
? Og tað vildi verið øvugt at nokta stovninum, sum skal spara, at seta hesar sparingar í verk fyri síðani at skarva burturav onkra aðrastaðni, sigur Bjarni Djurholm.
Men hann leggur afturat, at hann veit ikki í løtuni um peningur er settur av til onkur endamál, sum ikki verður brúktúr í ár, so at tað fer at loypa av onkra staðni.