Mong minnast útileikirnar, sum Gríma skipaði fyri á ólavsøku fyrst í nítiárunum. Sjónleikur, tónleikur, dansur og gykl.
Nú verður hetta tiltak tikið upp aftur. Kanska nøkur teirra, ið sum smærri við fragd upplivdu leikirnar tá, í dag kunnu fara til útileik við egnum børnum. Í øllum førum eru tað serliga børnunum, ið tiltakið er ætlað, men óivað fara bæði ung og eldri at hugna sær, tá rómurin byrja í Havnargøtum.
Sóknast eftir fólki
Ætlanin er at byrja tvey støð í Havnini. Tvær gongur verða, sum so hittast. Smærri leikir verða so hvørt, meðan gingið verður. Seinni verða so eitt sindur størri leikir, t.d. á Kongabrúnni og endað verður við bryggjuøkið við grótkastið við Skansan.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Føroyar kristnaðar. Hetta er høvuðsevnið í útileikunum á ólavsøku í ár.
Tað er Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, sum stendur fyri tiltakinum í ár. Og fyrireikingarnar eru farnar í gongd, men tað krevur nógv og gott fólk at skipa fyri útileiki.
Tí verður fundur á Meiarínum í Havn leygardagin klokkan 14. Øll, ið hava áhuga fyri útileiki, eru vælkomin á fundin.
Og Egi Dam dylir ikki, at hann vónar, at nógv fólk koma á fundin, tí brúk er fyri nógvum fólkum. Talan er um sjónleikarar, tónleikarar, dansarar, handverkarar og seymikonur og óivað onnur eisini, tí talan er um leik, dans, tónleik og gykl.
Á fundinum verður greitt frá um útileikin og hvussu arbeitt verður frameftir. Byrjað verður so spakuliga at venja í juni.









