Stórur spenningur um Marjunbrunn

Tað hevur gingið væl at bora hjá Amerada Hess-samtakinum, síðani Soveregin Explorer setti borin í 20. september ella fyri umleið hálvum øðrum mánað síðani. Eftir øllum at døma verður nú borað í sjálvum málinum, ið miðjað varð eftir at raka á umleið 4000 metra dýpi. Tað er ómøguligt at fáa nakað váttað ella avsannað um møguligt fund, men Sosialurin veit frá vælvitandi keldum, at Amerada Hess hevur rakt við ?okkurt? í undirgrundini. Spurningurin er bara, hvat hetta ?okkurt? er. Sum skilst kann ganga báðar vegir. Tvs. at her kann verða olja ella gasskondensat ella hvørki. Spurningurin tá er, hvat útsløgini merkja.

 


Oljuleiting


Ben Arabo, stjóri hjá AmeradaHess hevur valt at hava tunguna mitt í munninum. Hann vil rætt og slætt einki siga. Annað enn at tað hevur gingið sum ætlað, og at teir koma at brúka tveir mánaðir til boringina sum upprunaliga ætlað. Tvs. at boring og logging verður alt liðugt um hálvan november.


Tað skilst, at boringin hevur ligið still í nakrar dagar í tí ringa veðrinum, men at tað hevur verið loggað tvs. at mátitól eru koyrd niður í holið. Uttan iva eru tað hesi mátitólini, sum nú skulu til at kanna, hvat er í brunninum ella um nakað er av áhuga.


Sosialurin veit, at vónirnar at finna okkurt áhugavert longur uppi í brunninum hildu ikki. Onkur smávegis oljuspor hava helst verið men heldur ikki meira enn tað. Nú verður so alt álit sett til høvuðsmálið í dýpinum, og komandi dagar fara at vísa, um Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni hava funnið olju ella gass í Marjunbrunninum. Sum støðan er í løtuni bendir okkurt á, at tað kann ganga báðar vegir.


-Eg eri sera spentur um hesa boringina sigur Eyðun Elttør í eini viðmerking. Hann fylgir væl við, hvat hendir. Hann vónar, at eitt fund verður gjørt nú. Vit eiga at tola at fáa boðini, at eingin olja er, og at olja er. Vit hava fyrireikað okkum í langa tíð, og tí eiga vit eisini at taka ímóti tí avbjóðingini.