Ferðavinna og økismenning

Ferðaráð Føroya og Vinnumálastýrið skipa í dag fyri ferðavinnudegi í Norðurlandahúsinum. Dentur verður millum annað lagdur á ferðavinnu sum økismennandi tilfeingi

Ferðavinna

Ferðavinnupolitikkur og avleiðingar av eitt nú oljuvirksemi eru tættir, sum tiknir verða upp á ferðavinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag.
Dagurin er skipaður við fyrilestrum og orðaskifti um ymisk mál, sum koma ferðavinnuni við.
Høvuðsyvirskriftin er »Ferðavinna og økismenning«, sum sipar til ferðavinnu á smáplássum. Fyrilestrar um hetta verða hildnir av fólki frá Ferðaráðnum, fuglafrøðingi og umboðum frá økisferðavinnufeløgum í landinum. Umrødd verða evni sum samskipan av ferðavinnu og økismenning og ferðavinna og fuglalív.
Men eisini aðrir tættir verða tiknir upp. Eitt nú fer Maurice Mullay frá Sheltland Islands Tourism at halda fyrilestur um oljuvinnu og ferðavinnu.
Júst hesin fyrilestur er áhugaverðdur, heldur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráð Føroya. Tí hann verður hildin av manni, sum kennir málið innanífrá.
Maurice Mullay hevur verið við í Hetlendskari ferðavinnu alla tíðina, oljuvinnan hevur verið týðandi í Heltandi, og hann veit at siga føroyingum, hvussu har gekk, og hvat vit kunnu vænta okkum í samband við eina møguliga oljuvinnu her.
Aðrir fyrilestrahaldarar eru úr Danmark og úr Føroyum. Hetta eru fólk, sum dagliga starvast í feðravinnuni ella á einhvønn hátt hava samband við ferðavinnu.
Onkuntíð hevur verið havt frammi, at í Føroyum manglar skelting og avmerking annras at siga ferðafólki um tað ella tað.
Um júst hetta evnið hevur Tórálvur Weihe, arkitektur, gjørt eina frágreiðing, sum hann fer at siga frá í fyrilestri, hann fer at halda í Norðurlandahúsinum.
Ferðavinnudagurin í Norðurlandahúsinum byrjar klokkan níggju og heldur á til klokkan 17 seinnapartin.