stevndi Gadus hjá JFK Trol inn á vánna í Klaksvík. Teir fóru av vánni 23. mars. Gadus hevur verið í Barentshavinum, og tað hevur gingið væl. Veiðan er 760 tons. 724 tons eru toskaflak, 36 tons eru heysaður og [...] liðug, fóru teir í russiskan sjógv. Mesta partin av tíðini hava teir verið á Gásabankanum, og har hevur verið rættiligt rokfiskarí. Sunnukvøldið fóru teir at sigla heim, og í morgun løgdu teir at bryggju
Aganevndin hevur tikið støðu til kæruna frá VÍF í sambandi við FTZ-dyst A171 Neistin – VÍF, leiktur tann 26. mars 2017. Aganevndin hevur givið VÍF viðhald í kæruni og dømt umdyst millum liðini, sum skal [...] umdystur ikki kemur at hava nakra ávirkan á samlaðu støðuna á stigatalvuni hjá Neistanum og hjá VÍF, hevur hvørki av hesum liðum nakran rættarligan áhuga í, at nýggjur dystur verður spældur. Aganevndin ger
har André Olsen prátaði við Terja Nielsen frá Miðlahúsinum, sum hevur fylgt málinum væl. Terji greiddi frá mannagongdunum, og hví tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa eina avgerð frá aganevndini. [...] pappírinum endaði við javnleiki 25-25, men sum sambært videoupptøkunum átti at endað 25-24 til VÍF. VÍF hevur kravt at vinna dystin, Neistin krevur, at umdystur verður spældur. Aganevndin hjá HSF eigur endaligu
Hann hevur skriva nógv kend løg og hann hevur útgivið bond, plátur og fløgur og nú kemur hann á vitjan í Vágs Kirkju. Tað snýr seg nevniliga um M.C. Restorff, sum við sangum sum: Ein glotti fyri framman [...] framman, Føroyingar, Heldur akker títt, Meistaranshond, Sunnudagsskúlin, og hópin av øðrum hevur ríka føroyska sangskattin. Leygarkvøldið kl 20.00 leggur hann leiðina í Vágs Kirkju, at syngja, spæla og greiða
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr filmin, sum altjóða fótbóltssamgongan, FIFA hevur gjørt um íslendska meistaraliðið, FH, sum gevur føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen sum fastan málverja [...] meistaraheiti fyrrenn í 2004 gjørdist besta íslendska fótbóltsliðið í hesari øldini. Síðani 2004 hevur FH vunnið íslendska meistaraheiti átta ferðir, og teir fara beint eftir níggjunda meistaraheitinum [...] í apríl. Í filminum er samrøða við liðskiparan, Davíð Viðarsson, sum er av føroyskari ætt, og sum hevur verið uppá tal at spæla fyri føroyska landsliðið.
Í kvøld hevur Linda Andrews, sum seinastu stívliga tjúgu árini hevur verið yrkistónleikari í Danmark, konsert í Reinasarínum í Havn. Við sær hevur Linda ein væl spælandi bólk, og tey leggja upp til eina
Nú brúka heili 200 milliónir brúkarar Instamgram Stories, og harvið hevur tænastan eftir ongari tíð yvirhálað Snapchat, sum hevur umleið 160 milliónir brúkarar. [...] síðani hvørva tey. Nógv hildu, at hetta var at kopiera Snapchat. Nú vísir tað seg, at Instragram hevur veruliga rakt seymin á høvdið, tí síðani Instagram kom við sínari tænastu, er vøksturin hjá Snapchat
Jákupsson, at syngja og undirhalda í Løkshøll. Afturat sær hevur hann ein tónleikabólk. Tiltakið, sum kallast Vit vilja ongantíð doyggja, hevur áður verið hildið í Klaksvík og Havn, og nú stendur Runavík [...] sangirnar hjá Dynamit, og millum sangirnar fer hann at hugleiða og skemta við undirhaldandi søgum. Eisini hevur Niclas Heri onkran spildurnýggjan sang við á skránni. Atgongumerki kunnu keypast í forsølu á heimasíðuni
– Sjúrður Skaale hevur brotið tagnarskylduna. Og tað er revsivert sambært revsilógini. So bersøgin er Bjørn á Heyum, advokatur, sum verður at hoyra í Radaranum hjá Kringvarpi Føroya seinnapartin í dag [...] dag. Útvarpið tekur málið upp, nú Bárður Nielsen hevur sett løgmanni fyrispurngin um trúnaðarskjølini í sambandi við fullveldissamráðingarnar, har hann eisini spyr løgmann, hvat hann fer at gera við tað, [...] at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum hevur likið trúnaðarupplýsingarnar í bók síni »Tá Føroyar skuldu loysa«. Annfinn Vitalis Hansen, advokatur, gevur Bjørn á Heygum rætt. – Um onkur meldar Sjúrð
Líkskoðan hevur verið av Birnu Brjánsdóttir, sum var dripin í Íslandi fyri góðari viku síðani, men løgreglan vil ikki lata fjølmiðlunum upplýsingar um líkskoðanina enn. Grímur Grímsson, kanningarleiðari [...] kringvarpið RUV, at kanningarnar í málinum halda fram og eru á sera viðkvæmum stigi í løtuni. Løgreglan hevur funnið fleiri spor í málinum, og nú skulu teir varðhaldsfongslaðu menninir avhoyrast aftur. - Vit [...] løtuni, sigur Grímur Grímsson við RUV. Løgreglan heldur, at Birna er dripin í reyða Kia bilinum, sum hevur verið í miðdeplinum í málinum, men løgreglan veit ikki nágreiniliga, nær drápið varð framt.