Jens Kartni Justinussen úr Leirvík, búsitandi í Havn, hevur verið horvin í eina viku. Hann var seinast sæddur, tá hann fór frá foreldrum sínum í Leirvík, har hann hevði verið og vitjað. Hann setti seg í bilin og skuldi koyra aftur til Havnar. Síðani tað er hvørki maðurin ella bilurin sæddur.
Løgreglan veit ikki, um hann kom aftur til Havnar, tí hon hevur ikki fingið nakra fráboðan um, at maðurin er sæddur aftur í Havn ella aðrastaðni, og tískil er tað sera torført hjá løgregluni at leita.
? Vit vita onki um, hvar vit skulu leita. Men vit royna at gera okkara besta, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn og leggur afturat, at tað hevur somuleiðis ikki verið lætt at leita orsakað av tí nógva kavanum, sum hevur ligið í eina viku nú.
? Tað er ikki lætt at fáa eyga á ein hvítan bil í nógva kavanum, sigur vakthavandi.
Bilurin hjá Jens Kartni er ein hvítur Mazda 323 hatchback við nummarspjaldrinum F 79104.
Løgreglan heitir á fólk, sum halda seg hava upplýsningar, sum kunnu vera til hjálpar at seta seg í samband við løgregluna. Tað kann gerast við at ringja tlf 351448.










