Villmenn gera um seg

Tíðíndaskriv

FLØGUÚTGÁVA

Í dag kemur nýggj fløga út á marknaðin. Hetta er fløga hjá tónleikabólkinum »Villmenn«, og er heiti á henni »Feikleikans ringrás«. Bólkurin sum fyrr nevndist »Holgar & Villmenn«, vísir við hesum eisini sín nýggja ham. Tónleikurin er blivin heldur meira ráur og skitin, og manningin í bólkinum er eisini nakað broytt. Núverandi manning er: Steve Foggin (trummur), John Edvin Joensen (Bass), Holgar Jacobsen (guitar og sang) og Finnur Joen-Jacobsen (sang og acc.guitar). Hesir hava allir rættuliga fitt av tónleikaligum royndum í ymiskum samanhangi.
Í samband við fløguútgávuna ætla Villmenn at fara á konsertferð kring landið. Lagt verður fyri við útgávukonsert í ítróttarhøllini á Giljanesi leygarkvøldið 22.mai, har Villmenn, Páll, Finnur Páll og ROK spæla.
Samstundis sum Villmenn skifta ham, er hetta eisini fyrsta útgáva hjá plátufelagnum BG-studio, ið hevur heimstað í Sørvági. Fløgan er tikin upp og ljóðblandað í BG-studio. Við hesi fløgu, byrjar BG-music sítt upptøku- og útgávuvirksemi, og ætlanin er at fleiri fløgur verða útgivnar her í framíðini.
Steve Foggin hevur staðið fyri upptøkunum til fløguna, og Finnur Hansen hevur staðið fyri mastering. Sniðið á fløguhúsanum hevur Finnur Joen-Jacobsen gjørt.