Holst er í landsliðsformi

Christian Lamhauge Holst skoraði bæði málini, tá ið Lyngby við 2-1 sigri í gjárkvøldið helt fast um oddastøðuna í donsku 1. deild

Christian Lamhauge Holst var rættiliga í miðdeplinum, tá ið Lyngby spældi dyst í donsku 1. deild í gjárkvøldið.
Lyngby var á heimavølli ímóti Ølstykke og vann dystin 2-1. Holst, sum byrjaði dystin í álopinum, gjørdi bæði málini hjá Lyngby. Fimm minuttir eftir hálvleikssteðgin legði hann Lyngby fram um 1-0, men eftir ein góðan tíma javnaði Ølstykke.
So mátti Christian Lamhauge Holst manna seg upp aftur, og fimm minuttir fyri leiklok gjørdi hann sigursmálið fyri Lyngby. Beint eftir hetta lat hann seg skifta út sum matchvinnari.
Sigurin hjá Lyngby hevur við sær, at liðið framvegis liggur ovast í næstbestu donsku deildini. Lyngby hevur 16 stig fyri 7 dystir.
 
Landsliðið ein møguleiki
Christian Lamhauge Holst er hálvur føroyingur, og hann hevur tvær ferðir spælt á føroyska fótbóltslandsliðnum. Síðani venjingarlegu í Spania tíðliga í 2004 hevur hann ikki verið at sæð aftur á landsliðnum.
Hann segði tó við Sosialin herfyri, at føroyska landsliðið var framvegis eitt av málunum hjá sær, og hann roknaði við, at um hann helt fram at spæla væl fyri Lyngby, so fór hann at fáa landsliðsboð aftur.
Og ikki kann sigast annað, enn at Holst veruliga ger um seg í donskum fótbólti í løtuni.