Eftir lokna skúlagongd byrjaði Kári at arbeiða í familjufyritøkuni P/F Demmus, fyrst í miðbýnum og síðaní SMS.
Kári hevur altíð havt hug til at mála, og sína fyrstu sjálvstøðugu framsýning hevði hann sum 15 ára gamal í framsýningarhølinum hjá Andori Eirikstoft í Fransabrekkuni í Havn. Hann var eisini við á Ólavsøkuframsýningum í 70- og 80-unum.
Fyri fimtan árum síðan gavst hann sum handilsmaður og fór at arbeiða sum listamaður burturav. Hann hevur havt framsýningar í ymiskum londum sum t.d. í Íslandi, USA og Singapore, tó hava tær flestu framsýningarnar verið í Danmark.
Kári er giftur við Louisu, f. Dam, úr Havn, tey eiga tríggjar døtur: Barbara, Ásla Rannvá og Beinta, sum allar búgva í Havn.
Í sambandi við føðingardagin letur Kári upp eina listaframsýning í listaskálanum undir heitinum "Hugbirtingar". Framsýningin letur upp fríggjadagin 30 januar kl. 16.00. Á hesi framsýning verða 31 málningar, og á fyrsta sinni sýnir hann eisini 6 standmyndir.
Til framsýningina hevur Kári givið út eina snotuliga myndaskrá, sum sýnir um helvtina av myndunum á framsýningini. Jógvan Isaksen mag.art. og rithøvundur hevur skrivað tekstin. Framsýningin er ein ferðaframsýning, sum m.a. verður sýnd á Randers Kunstmuseum og aðrastaðni í Norðurlondum.