Flogbóltur
Tað kann ikki sigast annað enn, at Flogbóltssambandið ger nógv burturúr, ta´steypafinalurnar eru á skránni.
Eitt nú hevur tað verið vanligt, at útlendskur altjóða dómari hevur verið til dystirnar, og soleiðis verður eisini í ár. Hesa ferð verður tað 44 ára gamli Aage Christensen, sum er settur sum fyrsti-dómari í teimum báðum finalunum, og afturat sær fer hann so at hava tveir royndar harrar úr føroyska flogbóltsheiminum. Nevnliga Tummas Óla Hansen og Jan Hentze.
Teir báðir havnarmenninir hava júst verið í Danmark til dómarapróvtøku, men enn fyriliggur so ikki endaliga úrslitið av, hvussu skoðsmálið frá donsku eygleiðarunum var.
Um Aage Christensen er annars at siga, at hann er ein ógvuliga royndur harri. Síðani 1980 hevur hann verið divisiónsdómari í Danmark, og gjøgnum árini er talan vorðin um umleið 850 dystir í donsku deildunum. Hartil hevur hann dømt fleiri aðrar stórar dystir, so sum finaluna í unglinga-OL í 1999 og kvinnufinaluna í U-19 HM kappingini sama árið. Eisini í fjør var hann partur av nøkrum stórum dystum, so sum donsku steypafinaluni og finaludystinum í World Cup Grand-Prix kappingini fyri kvinnur.