Summar Festivalur
Vísutónleikur, skemt og tættir sleppa eisini upp í part á Summar Festivalinum í ár, tí Vísumenn úr Klaksvík fara at spæla á festivalinum í august.
Hans Hjalti Skaale, einaferð útnevndur sum næststuttligasti maður í Føroyum, er oddamaður í bólkinum, og hann hevur ígjøgnum nógv ár sungið tættir, sum hann hevur skrivað saman við viðoyinginum Andriasi Justesen.
Seinastu tíðina hevur Hans Hjalti fingið góða tónleikaliga hjálp frá teimum royndum monnum, og saman kalla teir seg Vísumenn.
Tónleikararnir, sum syngja og spæla saman vð Hans Hjalta, eru Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe, sum báðir eisini spæla við rockbólkinum Hjarnum.
Tubakk og tunnil
Vísumenn syngja um bæði eitt og annað. Teir plaga onkuntíð at tríva í útlendskan vísu- og fólkatónleik, men teir gloymi ikki teir skemtiligu tættirnar hjá Hans Hjalta og Andriasi.
Tey flestu munnu kenna Tubbakstáttin og Sjey drykkjunætur, og tað nýggjasta er ein sangur um Norðoyatunnilin. Hesir tættir verða uttan iva at hoyra á Summar Festivalinum.
Hans Hjalti hevur í nógv ár sungið til ymisk tiltøk og á konsertum, men nú trínur hann rættiliga inn á festivalpallin við sínum tónleiki, og tað verður uttan iva ein undirhaldandi løta á Summar Festivalinum í ár.