25 ára starvsdag á Føroya Glugga

Mikudagin 19. mai 2004 hevði Zakaris Reynagarð í Miðvági 25 ára starvsdag á Føroya Glugga.

Zakaris byrjaði 3. hvítusunnudag í 1979 á Vatnsoyra Snikkaravirki p/f í Vatnsoyrum.

Har starvaðist hann sum glasísetari fram til 1984, táið hann byrjaði á Føroya Glugga p/f. í Miðvági, sum er dóttirfelag hjá Vatnsoyra Snikkaravirki p/f.

Føroya Gluggi p/f. framleiðir plastvindeygu og hurðar, ímeðan Vatnsoyra Snikkaravirki p/f. framleiðir úr timbri. Feløgini hava felags avgreiðslu.

Zakaris hevur ábyrgd av framleiðsluni av hurðum. Hesar hurðar hava, eins og vindeyguni, roynst væl og eru sera vældámdar. Í fjør framleiddi Føroya Gluggi yvir 400 hurðar.

Í sambandi við dagin, var lítil hugnaløta fyri øllum starvsfólkunum á Føroya Glugga og Vatnsoyra Snikkaravirki, har Zakaris fekk handaðan málning frá leiðsluni. Málningurin, sum Pól Skarðenni hevur málað, er av umhvørvinum við Kirkjar í Miðvági, sum Zakaris er uppvaksin og so sera stoltur av at vera komin frá.

Zakaris er sonur Emil og Herdis Olsen. Navnið Reynagarð, hevur hann frá mammuni. Hann og Kristina Svabo eiga dóttrina Bjørk.

Zakaris er sangari í bólkinum Toybil, sum hava verið nógv at hoyrt við lagnum "ein sjógarpur" á dansihitlistanum hjá Elis, ígjøgnum veturin.



Myndatekstur:

Zakaris Reynagarð við málninginum sum Pól Skarðenni hevur málað av umhvørvinum við Kirkjar í Miðvági