talið har er støðugt. Sí greinina fyrr í dag um minking í barnitalinum kring landið her: in.fo - fyrst og fremst Vágs kommuna skrivar: Tað er gleðiligt, at fleiri skúlanæmingar leggjast afturat í Vágs Skúla [...] skúlanæmingar, og tað eru 10 fleir enn skúlaárið 2020/21. Vágs Skúli hevur lagt orku í, at skapa eitt sertilboð til næmingar, sum hava tað trupult at fylgja við í vanligu floksundirvísingini, og hetta tilboð [...] tilboð hevur virkað serstakliga væl. Í Vágs Skúla húsast eisini Vágs Musikskúli, FabLaB, Vágs Kvøldskúli og Sóljan, sum er partur av barnagarðinum Eikilund, har børnini verða gjørd klár til at fara í skúlan
Android Auto og 20" alufelgur. Við allari útgerð kostar bilurin kr. 629.900 eftir mvg-afturbering. BMW iX3 kann síggjast og roynast hjá Nordcar. Elektriskur BMW i4 kemur fyrst í 2022 ##med3## Fyrst í 2022 kemur [...] BMW iX3 er ein elbilur, har tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott útsýni og kunnu njóta komfortin og koyriupplivingina. Stórur dentur er lagdur á koyrieginleikarnar, sum altíð hava verið eitt av [...] svingum. Innrættingin er sera elegant og liðilig við digitalum instrumentum. Stóra aksilfrástøðan gevur gott beinpláss framman og aftan. Viðførisrúmið er 510 litrar, og við baksetrunum niðri kann rúmið gerast
vegvísarar og skelti upp, umframt at hampa um varðarnar og at seta prestar niður, har tað er ov langt millum varðarnar. Síðani varð dentur lagdur á at rudda gøturnar og hampa um, har tørvur er á tí og seta upp [...] bygdagøtum sum Visit Faroe Islands hevur merkt av og talan er um almennar gøtur, ið øll kunnu ganga eftir. Kommunan gjørdi av at gera hesar gøturnar fyrst: Hvalvík – Leynar/Kvívík/Vestmanna, Oyri – Skálafjørður [...] upp portur og trappur, har hegn er á leiðini. Enn mangla onkur portur og fleiri bygdagøtuskelti verða eisini sett upp í næstum. Sunda kommuna hevur fingið stuðul frá Visit Faroe Islands til arbeiðið. Stuðulin
Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur, og hann gjørdist toppskjútti í kvøld hjá Sävehof sum vann 30-25 á Hallby á útivølli. Í steðginum var javnleikur 15-15, og væl inn í seinna hálvleik leikaði javnt [...] . Heimasíðan hjá Sävehof dregur málverjan og Elias fram sum tveir sera avgerandi faktorar, at dysturin koppaði til Sävehof seinastu løtuna. Sävehof er fremst í bestu hondbóltsdeildini við níggju stigum [...] stigum fyri fimm dystir. Í hølunum á Sävehof koma Alingsås og Ystad við átta stigum. Leygardagin spælir Sävehof oddadyst móti Alingsås í Partille.
Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Waasland Beveren framdu eitt ótrúligt "Comeback" í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini ígjár. Waasland Beveren tók ímóti Virton á heimavølli, og tá 20 minuttir vóru [...] seinni, men leingi var støðan 1-3, og Virton hevði møguleikarnar at avgera dystin, men seinastu 10 minuttirnar av dystinum hendi tað ótrúliga, Waasland Beveren fekk trý mál og vann 4-3. Jóan Símun legði upp [...] tini frá tí ótrúliga dystinum: ##med2## Waasland Beveren er næstfremst í deildini við 12 stigum. Fremst er Westerlo við 17 stigum. Komandi dystur hjá Waasland Beveren verður á útivølli móti Deinze 15.
langtíðarleigu, og tað merkir, at leigumálið skal vera galdandi í minst tríggjar mánaðir. Fyrst var skipanin tann, at tær fyrstu 50.000 krónurnar av leiguinntøkunum vórðu skattafríar, og so var ein avmarkaður [...] bústaðurin er, og landskassin. Kommunan fær 45 prosent av inntøkuni og landskassin fær 55 prosent. Í 2019 vóru Inntøkurnar hjá landskassanum av skattinum av húsaleigu, einar 3,5 milliónir, og í fjør vóru [...] fer Jørgen Niclasen at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at gera hetta til eina varandi skipan og sostatt sleppa tey, sum leiga út til bústaðir, eisini at draga 100.000 krónur frá í skattinum í árunum
dystirnar, og í báðum dystunum hevur Dánjal Ragnarsson skotið mál. Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð úti í Vestmannaoyggjunum millum ÍBV og liðið hjá Nicholas Satchwell, Pæturi Mikkjalssyni og Allani [...] Allani Norðfoss, KA. ÍBV og KA eru fremst við fýra stigum hvør, so talan er um oddadyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Støðan: Lið: Dystir Málmunur Stig KA 2 51:43 4 ÍBV 2 56:52 4 Haukar 2 55:53 3 Fram
- Vit arbeiða eisini við einari útstykking undi vegnum í Sandabrekkuni. Hetta er jørð, sum fyrst má keypast, og her ætla vit, at pláss skal verða fyri níggju grundstykkjum. Heri Sverrasson sigur, at umleið [...] grundstykkini á Vatnsryggi, sum eru 13 í tali, eru skeytaði. Fólk eru flutt inn í tey fyrstu húsini, og tey næstu standa í gerð, samstundis sum onnur sethús eisini standa í gerð aðrastaðni í Sands kommunu [...] Borgarstjórin vísir á, at í nýggju útstykkingini, sum verður Uppi á Ryggi, verða 34 nýggj grundstykki og ætlanin, sum fyriliggur, snýr seg um, at stykkini skulu gerast byggiklár, áðrenn tey verða seld. Seinni
elorkuframleiðslu vóru gjørdar tíðliga í farnu øld var tankin fyrst og fremst at útvega elorku til vinnulig endamál, eitt nú til at turka fisk og sum í Vági til at dríva tráðbanan á Eiðinum. Skjótt varð greitt [...] Havn. Hvørgin umsókn varð gingin á møti, og hvørgin verkætlanin bar á mál. Tá SEV varð stovnað, vóru størri og smærri elverk ymsa staðni í Føroyum; nøkur kommunal og onnur privat. Í 1921 vóru ávikavist v [...] Botni í Suðuroy og motorverkið á Rundingi í Havn tikin í nýtslu. Í 1931 kom vatnorkuverkið á Strond í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum vóru eisini smærri verk, ávikavist vatnorkuverk og motorverk. Men tað
á vernd og virðing, á tryggleika og trivnaði, á kærleika og nærleika. Tit hava mint okkum á týdningin av, at vit møta okkara medmenniskjum; Ikki við fordómum og fyrivarnum, men við opinleika og áhuga. ##med3## [...] ##med3## Og tí mugu vit øll alsamt minna hvønnannan á, at virðing fyrst og fremst verður víst í verki. Taka vit felags ábyrgd, so kunnu vit skapa eitt ríkt og rúmligt samfelag, har eingin verður lagdur [...] hildið okkum politikarar í oyruni, og mint okkum á okkara ábyrgd. Og tað er alla æru vert. Tí grundleggjandi javnrættindi mugu lagast við lóg. Og karmarnir skulu tryggjast, og fíggjast. Men, ikki tykkum at