VIDEO: Jóan Símun og liðfelagarnir framdu eitt ótrúligt "Comeback"

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Waasland Beveren-Virton 4-3 (1-3)

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Waasland Beveren framdu eitt ótrúligt "Comeback" í næstbestu belgisku fótbóltsdeildini ígjár.

 

Waasland Beveren tók ímóti Virton á heimavølli, og tá 20 minuttir vóru farnir var Virton á odda 3-0. Heimaliðið fekk eitt mál løtu seinni, men leingi var støðan 1-3, og Virton hevði møguleikarnar at avgera dystin, men seinastu 10 minuttirnar av dystinum hendi tað ótrúliga, Waasland Beveren fekk trý mál og vann 4-3. Jóan Símun legði upp til 2-3 málið við góðum hornasparki.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá tí ótrúliga dystinum:

 

##med2##

 

Waasland Beveren er næstfremst í deildini við 12 stigum. Fremst er Westerlo við 17 stigum.

 

Komandi dystur hjá Waasland Beveren verður á útivølli móti Deinze 15. oktober. Jóan Símun fer nú at ferðast heim til Føroya at fyrireika seg til HM-undankappingardystirnar móti Eysturríki og Skotlandi á Tórsvølli.