BMW iX3 – elektriskur luksus SUV  

Fyrsti elbilurin frá BMW er komin á føroyska marknaðin. Talan er um BMW iX3, sum er ein rúmligur og vælkoyrandi bilur. 

 

BMW iX3 er ein elbilur, har tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott útsýni og kunnu njóta komfortin og koyriupplivingina.

 

Stórur dentur er lagdur á koyrieginleikarnar, sum altíð hava verið eitt av eyðkennunum hjá BMW. Hesin koyrir sum ein dreymur, og vegfestið er heilt optimalt undir øllum koyriumstøðum.

 

Battaríið í botninum á bilinum er við til at geva bilinum góðar og tryggar koyrieginleika. Hetta kemur eisini til sjóndar í svingum. 

 

Innrættingin er sera elegant og liðilig við digitalum instrumentum. Stóra aksilfrástøðan gevur gott beinpláss framman og aftan.

 

Viðførisrúmið er 510 litrar, og við baksetrunum niðri kann rúmið gerast til eitt stórt vørurúm.     

 

Bilurin koyrir 460 kilometrar upp á eina løðing og 0-100 km/t eftir 6,8 sekundum.

 

Saman við kompakta BMW kvalitetinum og góðu sportsligu koyrieginleikunum, er heildarmyndin av nýggja BMW iX3 tað, sum vit kundu vænta - ein gjøgnumførdur bilur í allar mátar.

 

BMW iX3 er ein stórur bilur. Hann er 4,73 metrar langur, 1.89 metrar breiður og 1.66 metrar høgur.   

 

##med2##

 

BMW iX3 Charged Plus er sera væl útgjørdur og hevur  eitt nú leðurkabinu, panoramasóltak, adaptivan undirvogn, navigatión, parkingsassistent, automatiska baklúku, LED-forlyktir við fjarljósassistenti, Apple CarPlay, Android Auto og 20" alufelgur.

 

Við allari útgerð kostar bilurin kr. 629.900 eftir mvg-afturbering. 

 

BMW iX3 kann síggjast og roynast hjá Nordcar. 

 

 

 

Elektriskur BMW i4 kemur fyrst í 2022 

 

##med3##

 

Fyrst í 2022 kemur enn ein elektriskur BMW á føroyska marknaðin. Talan er um BMW i4, sum er ein Gran Coupé við fýra hurðum og komforti á sera høgum støði. 

 

BMW i4 koyrir 590 kilometrar upp á eina løðing og 0-100 km/t eftir 5,7 sekundum. Ein spennandi elbilur frá BMW, sum er nakað størri enn 3-serian hjá BMW.