Heilsan til Javna á fimmti ára degnum

Hjartaliga tillukku Javni!

 

Javni varð stovnað í 1971, og sostatt eru tað 50 ár síðani at felagskapurin fór undir sítt virksemi. Hetta var hátíðarhildið við “Gullveitslu” í gjárkvøldi.

 

Nógv fólk var samankomið til hesa stórfingnu veitslu. Dansifrøi var stúgvandi full av fólki, sum hugnaðu sær saman, við góðum mati, felagssangi, røðum, undirhaldi og dansi.

 

Vegna Tórshavnar Kommunu nýtti Heðin Mortensen borgarstjóri høvið, at bera fram eina lítla føðingardagsheilsan:

 

"Góðu tit, Hjartaliga tillukku!

 

Hetta er ein serligur dagur, hjá einum felagsskapi við eini serligari søgu.

 

Ja, hetta er ein serligur dagur fyri okkum øll.

 

##med2##

 

At skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har øll, eftir egnum førleikum, fáa møguleikan at skapa sær eitt gott lív; Tað er ikki løtuverk.

 

Og enn eru vit ikki, í øllum lutum, komin á mál.

 

Men uttan Javna, sum í hálvthundrað ár hevur stríðst fyri at menna umstøðurnar hjá teimum við menningartarni, so er nærum ógjørligt at ímynda sær, at vit vórðu komin so langt.

 

##med3##

 

Tit í Javna hava hildið okkum politikarar í oyruni, og mint okkum á okkara ábyrgd. Og tað er alla æru vert. Tí grundleggjandi javnrættindi mugu lagast við lóg. Og karmarnir skulu tryggjast, og fíggjast.

 

Men, ikki tykkum at siga, so er verulig vælferð ikki bara ein spurningur um lógir og paragraffir, krónur og oyru. Nakað sum eftir mínum tykki hevur minst líka so stóran týdning, er fatanin millum fólk.

 

Og har mugu vit sanna, at tit í Javna hava broytt hugburðin hjá føroyingum flest, til tað betra.

 

Tit hava lært okkum, at sjálvt um vit ikki øll eru skapt eins, so hava vit øll tann sama rættin, til at smíða okkara eydnu við teimum evnum vit hava fingið.

 

Vit hava øll tann sama grundleggjandi tørvin, á vernd og virðing, á tryggleika og trivnaði, á kærleika og nærleika.

 

Tit hava mint okkum á týdningin av, at vit møta okkara medmenniskjum; Ikki við fordómum og fyrivarnum, men við opinleika og áhuga.

 

##med3##

 

Og tí mugu vit øll alsamt minna hvønnannan á, at virðing fyrst og fremst verður víst í verki. Taka vit felags ábyrgd, so kunnu vit skapa eitt ríkt og rúmligt samfelag, har eingin verður lagdur burturúr, har øll sleppa uppí part, har vit øll sleppa við til borðs.

 

Enn eru vit ikki komin á mál. Men vit eru væl á veg. Og stóra luttøkan í kvøld boðar frá góðum. Eftir mínum tykki hava vit nógv at gleðast um, og ikki minst, at takka fyri.

 

Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg takka fyri hetta høvið at bera fram ein føðingardagsheilsan.

 

Enn einaferð hjartaliga tillukku, øll somul."

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Myndir Javni: James Currie Photography / Sára Jensdóttir Petersen