Elias toppskjútti við átta málum í útisigri

Sävehof heldur fast í oddasessin í bestu svensku hondbóltsdeildini

Elias Ellefsen á Skipagøtu var sera eyðsýndur, og hann gjørdist toppskjútti í kvøld hjá Sävehof sum vann 30-25 á Hallby á útivølli.

 

Í steðginum var javnleikur 15-15, og væl inn í seinna hálvleik leikaði javnt á, men seinastu løtuna drógu teir í Sävehof frá heimaliðnum.

 

Heimasíðan hjá Sävehof dregur málverjan og Elias fram sum tveir sera avgerandi faktorar, at dysturin koppaði til Sävehof seinastu løtuna.

 

Sävehof er fremst í bestu hondbóltsdeildini við níggju stigum fyri fimm dystir. Í hølunum á Sävehof koma Alingsås og Ystad við átta stigum.

 

Leygardagin spælir Sävehof oddadyst móti Alingsås í Partille.