Dánjal og liðfelagarnir í ÍBV vunnu aftur

Tvey føroyingalið eru fyribils á odda í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál tá lið hansara, ÍBV á heimavølli ígjár vann 26-25 á FH í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var ÍBV á odda 13-12.

 

Tá ein minuttur var eftir av dystinum var støðan 26-23 til ÍBV, ið gjørdi tað heldur spennandi seinastu løtuna.

 

ÍBV hevur fullan pott, fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar, og í báðum dystunum hevur Dánjal Ragnarsson skotið mál.

 

Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð úti í Vestmannaoyggjunum millum ÍBV og liðið hjá Nicholas Satchwell, Pæturi Mikkjalssyni og Allani Norðfoss, KA.

 

ÍBV og KA eru fremst við fýra stigum hvør, so talan er um oddadyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Støðan: 

 

Lið: DystirMálmunurStig
KA251:434
ÍBV256:524
Haukar255:533
Fram256:522
Stjarnan136:352
Valur122:212
Selfoss250:522
FH373:752
Afturelding261:621
HK125:280
Grótta243:470
Víkingur245:530