40 fólk á bíðilista til grundstykki

- Tað er alt, sum bendir á, at áhugin fyri at seta búgv á Sandi er stórur, nú vit fáa fast samband undir Skopunarfirði um hálvt annað ár ella so, sigur Heri Sverrasson.

- Tað eru nógvir fyrispurningar um byggiøki til sethús í kommununi, sigur Heri Sverrasson, borgarstjóri.

Heri Sverrasson, borgarstjórin í Sands kommunu, sigur, at tað eru nógvir fyrispurningar um byggiøki til sethús í kommununi.

 

- Øll grundstykkini á Vatnsryggi, sum eru 13 í tali, eru skeytaði. Fólk eru flutt inn í tey fyrstu húsini, og tey næstu standa í gerð, samstundis sum onnur sethús eisini standa í gerð aðrastaðni í Sands kommunu.

Borgarstjórin vísir á, at í nýggju útstykkingini, sum verður Uppi á Ryggi, verða 34 nýggj grundstykki og ætlanin, sum fyriliggur, snýr seg um, at stykkini skulu gerast byggiklár, áðrenn tey verða seld.

 

Seinni verður endaliga greitt, um nýggi barnagarðurin, sum Sands kommuna hevur samtykt at byggja, kemur at liggja í nýggju útstykkingini Uppi á Ryggi - ella um barnagarðurin kemur at liggja upp at hesi útstykking.

 

- Vit arbeiða eisini við einari útstykking undi vegnum í Sandabrekkuni. Hetta er jørð, sum fyrst má keypast, og her ætla vit, at pláss skal verða fyri níggju grundstykkjum.

Heri Sverrasson sigur, at umleið 40 fólk í løtuni standa á bíðilista til grundstykki á Sandi.

 

- Tað kann vera trupult at siga, hvussu nógvar av hesum umsóknum eru reellar, men tað er alt, sum bendir á, at áhugin fyri at seta búgv á Sandi er stórur, nú vit fáa fast samband undir Skopunarfirði um hálvt annað ár ella so, sigur borgarstjórin, sum fegnast um gongdina.

 

 

- Tað eru nógvir fyrispurningar um byggiøki til sethús í kommununi, sigur Heri Sverrasson, borgarstjóri.