Hava fingið nógv fyri pengarnar

- og nógv ungfólk fingu eitt stórt upplivilsi

 Í summar settu tey í Sunda kommunu sær fyri at bøta um um almennu bygdagøturnar í kommununi og at merkja tær betur.  Endamálið var at gera nakrargøtur, sum eru tryggar hjá ferðafólki á at fara sær ein túr á. Í hesum føri var størsti denturin lagdur á nakrar av teimum bygdagøtum sum Visit Faroe Islands hevur merkt av og talan er um almennar gøtur, ið øll kunnu ganga eftir.

 

Kommunan gjørdi av at gera hesar gøturnar fyrst: Hvalvík – Leynar/Kvívík/Vestmanna, Oyri – Skálafjørður, Norðskáli – Funningsfjørður, Langasandur – Streymnes og Saksun – Langasandur.

 

Tað er við vilja, at kommunan hevur valt gøtur, sum ikki eru tær kendastu gøturnar har um vegir. Hetta er gjørt í eini vón um, at tað ber til at fáa ferðafólk at ferðast víða, heldur enn at øll trunka seg sama um nakrar fáar bygdagøtur.

 

Ætlanin var ikki at gera størri inntriv í náttúruna men bert at seta vegvísarar og skelti upp, umframt at hampa um varðarnar og at seta prestar niður, har tað er ov langt millum varðarnar. Síðani varð dentur lagdur á at rudda gøturnar og hampa um, har tørvur er á tí og seta upp portur og trappur, har hegn er á leiðini. Enn mangla onkur portur og fleiri bygdagøtuskelti verða eisini sett upp í næstum.

 

Sunda kommuna hevur fingið stuðul frá Visit Faroe Islands til arbeiðið. Stuðulin verður latin upp á tann mátan, at kommunan skal lata somu upphædd til arbeiðið sum tey fáa í stuðuli. Arbeiðið er ikki gjørt upp endaliga, men tilsamans verður mett, at hetta hevur kostað 600.000 krónur, og stuðulin frá Visit Faroe Islands er 300.000 krónur.  Tað er fyri ein stóran part ungfólk í kommununi, sum hava gjørt arbeiðið í skipanini »ung í arbeiði«. Og tey siga í kommununi, at tey hava fingið nógv fyri pengarnar – og tey ungu hava fingið eitt stórt upplivilsi.

 

 Myndirnar hevur Rósa Tovudóttir tikið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##