Men tað er ikki vist, at tað fer at lata seg gera. Allir demokratarnir í Senatinum eru ímóti at góðkenna John Bolton, og minst ein republikanskur senatorur hevur sagt, at hann fer at atkvøða ímóti góðkenningini [...] Demokratarnir siga Bolton vera ein av heykunum hjá Bush-stjórnini, og at hann alt ov ofta gongur egnar leiðir ístaðin fyri at royna at samstarva. Og hetta eru ikki teir bestu eginleikarnir hjá einum ST-diplomati [...] sigur, at demokratarnir vilja framvegis ikki góðkenna John Bolton sum ST-sendiharra, og at hann skal heldur ikki vænta sær góðkenning í næstu framtíð. Republikanski senatorurin Lincoln Chafee sigur, at hann
Tjóðveldisflokkurin fer at atkvøða fyri yvirtøkuni. Hetta helt Annita á Fríðriksmørk seg duga at siga á Trapputingi um Fólkakirkjuna fyrr í vikuni. Hon himpraðist ikki við at siga, at stundum kundi tað tykjast [...] Fríðriksmørk, at hon onkuntíð hevði havt ein varhuga av, at samgongan fór at brúka kirkjuna sum eitt mál, ið hon kundi breggja sær av í komandi valstríði. Annita á Fríðriksmørk helt tó, at tann ætlaða yvirtøkan [...] samleika. Tjóðveldistingkvinnan staðfesti, at kirkjan og læra hennara áttu at verið staðfest í eini serligari lóg, sum t.d. tvinni løgting skuldu samtykkja. Hon helt tí, at Stjórnarskipanin kundi havt hesa funktión
Politiken í gjár. Hann metir, at tann stóri ágangurin ímóti tekningunum ger, at atfinnararnir hava vunnið, tí eingin fer at tora at tekna Muhammed í ein mansaldur fram, eftir at ein hevur sæð Dannebrog verða [...] tekningarnar. Spurdur, um hann heldur at føroyskir miðlar áttu at stuðlað Jyllands-Posten við t.d. at prentað tekningarnar, sigur Heini Gaard, at ein av tekningunum var at síggja í Dimmalætting í gjár í ut [...] fram, tá hann sigur, at bara tað, at bløð nú nevna, um tey yvirhøvur skulu tora at umrøða ymisk evni, er ein skerjing av talufrælsinum. - Í somu løtu tú sum blaðfólk ert bangin fyri at viðgera eitt evni,
- Satt at siga so hevði eg roknað við, at dómarin fór at bríksla fyri frísparki til teirra, eftir at eg hevði verið í nærdysti við ein teirra. Og eg haldi eisini, at tað var púra óneyðugt, at bólturin [...] 2. hálvleikur leið haldi eg, at vit vóru eins tætt við at fáa sigursmálið, sum teir vóru tað, heldur álopsspælarin, sum sigur seg fegnast um mátan, sum HB liðið nú roynir at fáa stig uppá: - Julian Hansen [...] Hansen hevur givið okkum boð um at spæla fótbólt. Hann heldur seg hava gott spælaratilfar at spæla, og so heldur hann onga orsøk vera at sparka. Eisini hevur hann lagt um, so vit nú eru tríggir har frammi
august 2004, tí at Mentamálaráðið upplýsti, at landsgrannskoðarin hevði boðað frá, at landið ikki hevði heimild til at standa fyri vanlukkutrygging av næmingunum. Tá valdi onkur kommuna at tekna vanlukkutrygging [...] koma av, at bygningar og fysiskir karmar annars ikki eru tryggir. Undir ongum umstøðum ber tó til at gera ta niðurstøðu, sum landsstýrismaðurin ger í svarinum, at kommunurnar hava ábyrgdina av at tryggja [...] sjálv. At onkrar kommunur hava valt at vanlukkutryggja sínar fólkaskúlanæmingar kann ikki skiljast so, at slík skipan nú er vorðin ein kommunal skylda. Kommunurnar hava sum nevnt einans skyldu til at veita
Gerhard Lognberg finst at avgerðini at seta ANSO-ráðstevnuna. Løgmaður heldur, at tað er viðurkent í tí politisku skipanini, at í sokallaðum etiskum spurningum eru tinglimir frítt settir at svara sambært síni [...] til fjølmiðlarnar, har hann átalaði, at Hans Pauli Strøm hevði sett eina ráðstevnu um samkynd, men at hetta varð gjørt í sátt í semju, og at hetta á ongan hátt kemur at skala samgonguna. - Her vóru eingi [...] og stutt fyri at blaðið varð prentað, fekk Sosialurin orðið á Jóannes Eidesgaard, løgmann, meðan hann sat á fundi. Jóannes Eidesgaard váttaði, at Jógvan á Lakjuni hevði sagt á fundinum, at hann hevði sent
gjørdar við fullum gjøgnumskygni, heldur Sambandsflokkurin og vísir á, at talan eigur ikki at verða um, at persónar ella lokalsamfeløg eiga at hava framíhjárættindi til landsins ognir. Ynskir góðan byr Samstundis [...] tíðindaskriv, har flokkurin fegnast um, at gongd er komin á at einskilja almennar fyritøkur, men vísandi til málið um søluháttin í JFK-málinum, heldur flokkurin, at framferðarhátturin í hesum máli er "ó [...] okkara áskoðan, at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum, eiga at verða einskild. Men hetta skal gerast á einum fríum marknaði, har øll hava sama møguleika at keypa. Flokkurin
landsstýrismaðurin. Orsøkin til at rækjutrolarin fekkstuðul var ein roynd at hjálpa honum at hóraundan fyri at varðveita Føroyum nøkur fiskirættindi, sum vit hava aðrastaðni, uttan at betala afturfyri við fiski [...] ásannar, at tað hevur altíð gingið upp og niður við fiskiskapinum og tað eru altíð skip, sum ikki hava klárað tað. Tað er bara at vóna, at gongdin vendir aftur skjótt. Hann vísir eisini á, at flotin hevur [...] hevur havt nøkur sera góð ár og hann vónar, at reiðar hava lagt so mikið til síðis at standa ímóti við, at tey eisini klára eitt nos nú. Men landsstýrismaðurin letur ikki allar dyr aftur, tí upp á fyri
um 4 av 23 kvinnum, ið eru skelkaðar av, at fosturtøka ikki er frí í Føroyum. Eg má viðmerkja, at eg eri skelkaður av, at menniskju kunnu vera so ómenniskjalig, at tey vilja døma hesi smáu, verjuleysu menniskju [...] verið, at í Føroyum virða vit framvegis mannalív. Mín fatan er, at Halgabók hevur givið føroyingum hesa virðing fyri mannalívi. Tey lívsvirði, ið Bíblian boðar, eru enn í dag verd at halda høgt og at byggja [...] heita á hvønn einstakan føroying um at granska Halgubók og at blíva persónliga frelstur. P.S.: Ein av fyrstu døgunum fari eg at lima meg inn í felagið ProVita, ið ynskir at verja lív.
heldur, at tað fer at verða tungt at fáa hesar pengarnar innaftur. Skattalættin rakar ikki rætt Sambært Kára P. Højgaard segði sjálvsstýrisflokkurin undan løgtingsvalinum í vetur, at tað neyvan fór at verða [...] Kári P. Højgaard sigur, at hann enn ikki hevur havt stundir til at hyggja nærri at fíggjarlógaruppskotinum, men samanumtikið er eitt undirskot upp á 200 milliónir krónur ikki nøktandi, og sjálvsstýris [...] eg bangin fyri, at skattalættin ikki fer at raka tey røttu, t.v.s. tey lágløntu, sum javnaðarflokkurin annars sigur seg umboða, og tað er harmiligt, sigur Kári P. Højgaard. ? Eg haldi, at samgongan átti