Óvirðiligur søluháttur

Sambandsflokkurin og Norðoya Sambandsfelag hava ikki somu meiningar um søluna av partabrøvunum í JFK-fyritøkuni

JFK

Sambandsflokkurin hevur sent út tíðindaskriv, har flokkurin fegnast um, at gongd er komin á at einskilja almennar fyritøkur, men vísandi til málið um søluháttin í JFK-málinum, heldur flokkurin, at framferðarhátturin í hesum máli er "óvirðiligur" fyri eitt nútíðarsamfelag, sum tikið verður til.
Flokkurin sigur, at tað eru fá lond í heiminum, har tað almenna er við í so stórum parti av vinnufyritøkum sum í Føroyum, og flokkurin sigur seg staðiliga hava mælt til, at vit sleppa okkum burtur úr hesi støðu sum skjótast.

Seld útvaldum
- Men tað, sum nú er hent við søluni av JFK er ikki tann einskiljingartilgongdin, sum Sambandsflokkurin vil virka fyri. Tað er okkara áskoðan, at allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum, eiga at verða einskild. Men hetta skal gerast á einum fríum marknaði, har øll hava sama møguleika at keypa.
Flokkurin góðtekur ikki, at landsins virðir verða seld útvaldum persónum fyri ein "ógvuliga ivasaman kurs, sum eingin hevur møguleika at eftirkanna", sum sagt verður.
- Sølur av slíkum slag eiga at verða gjørdar við fullum gjøgnumskygni, heldur Sambandsflokkurin og vísir á, at talan eigur ikki at verða um, at persónar ella lokalsamfeløg eiga at hava framíhjárættindi til landsins ognir.

Ynskir góðan byr
Samstundis, sum Sambandsflokkurin hevur sent út tíðindaskriv, har funnist verður at søluháttinum í JFK-málinum, hevur Norðoya Sambandsfelag sent út eitt skriv, har felagið metir tað vera ein sigur fyri Noyðoyggjar, at "lokalar kreftir standa saman um at fremja hesa djørvu verkætlan&"
Norðoya Sambandsfelag fegnast um, at avtalan kemur at "tryggja nøkur av størstu virðunum í høvuðsvinnu okkara rótfesti í Norðoyggjum&"
- JFK hevur altíð verið stoltleikin hjá norðoyingum, og tí fegnast vit um, at JFK nú umsíðir aftur er á privatum hondum, sum hava sínar røtur í lokalsamfelagnum, sigur Norðoya Sambandsfelag