Fiskifloti í trongstøðu
Tað kemur ikki upp á tal at lata feskfiskaflotanum studning.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum.
Í blaðnum í gjár vísti formaðurin í reiðarafelagnumn á, hvussu ringari støðu, fiskiflotin undir Føroyum er í av tí, at oljurpísirnir eru so óhoyrt høgir, samstundis sum fiskaprísirnir eru lágir. Serliga er trolaraflotin illa fyri og tá serstakliga lemmatrolararnir.
Jákup Sólstein metti, at hendir ikki ein munagóð broyting beinanvegin, verða tað fleiri bátar, sum koma í svára neyð, longu í heyst.
Og hann skoytti eisini uppí, at hóast støðan var sum hon var, læt tað almenna ikki við seg koma.
Og tað hevur hann rætt í, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum letur ikki við seg koma.
Bjørn Kalsø sigur,at feskfiskaflotin undir Føroyum fær ikki stuðul.
Fyrr í ár varð annars samtykt at lata rækjuflotanum stuðul fyrr í ár. Ein orøk til tað var, at oljan er so dýr.
Men rækjuflotin og feskfiskaflotin undir Føroyum kunnu ikki samanberast, sigur landsstýrismaðurin.
Orsøkin til at rækjutrolarin fekkstuðul var ein roynd at hjálpa honum at hóraundan fyri at varðveita Føroyum nøkur fiskirættindi, sum vit hava aðrastaðni, uttan at betala afturfyri við fiski undan Føroyum.
Bjørn Kalsø ásannar, at tað hevur altíð gingið upp og niður við fiskiskapinum og tað eru altíð skip, sum ikki hava klárað tað. Tað er bara at vóna, at gongdin vendir aftur skjótt.
Hann vísir eisini á, at flotin hevur havt nøkur sera góð ár og hann vónar, at reiðar hava lagt so mikið til síðis at standa ímóti við, at tey eisini klára eitt nos nú. Men landsstýrismaðurin letur ikki allar dyr aftur, tí upp á fyrispurningin um, hvat hendir um hendan støðan heldur fram, uttan at oljuprísurin lækkar, sigur hann:
Nú vita vit ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða. Men heldur hendan støðan fram, er ein nýggj støða og tað mugu vit so taka upp tá.










