MUHAMMED-TEKNINGAR
Talufrælsið er skert eftir rokið um muhammed-tekningar.
Tað er dapra niðurstøðan hjá ábyrgdarblaðstjóranum á Jyllands-Posten, Carsten Juste, í samrøðu við Politiken í gjár. Hann metir, at tann stóri ágangurin ímóti tekningunum ger, at atfinnararnir hava vunnið, tí eingin fer at tora at tekna Muhammed í ein mansaldur fram, eftir at ein hevur sæð Dannebrog verða brent, og hóttanir hava verið eftir lívinum.
Samstundis sum blaðstjórin fegnast um stuðulin frá ávísum evropeiskum avísum, ið hava prentað teirra tekningar, fýlist hann á hini donsku bløðini, ið ikki rættiliga hava megnað at gingið somu kós í hesum málinum.
Heini Gaard er formaður í Føroya Blaðmannafelag og starvast sum blaðmaður á Dimmalætting. Hann sigur, at felagið ikki hevur viðgjørt júst hetta málið innanhýsis, hóast talufrælsið er eitt evni, ið hevur verið nógv frammi her hjá okkum í seinastuni.
Men hóast muhammed-tekningarnar ikki hava verið beinleiðis viðgjørdar í fakfelagshøpi, hava tær sjálvandi verið nógv umrøddar, sigur Heini Gaard.
Hann sigur seg partvíst kunna taka undir við tí, sum blaðstjórin á Jyllands-Posten ber fram, tá hann sigur, at bara tað, at bløð nú nevna, um tey yvirhøvur skulu tora at umrøða ymisk evni, er ein skerjing av talufrælsinum.
- Í somu løtu tú sum blaðfólk ert bangin fyri at viðgera eitt evni, er tað ein minking av frælsinum, sigur Heini Gaard.
Sjálvur metir hann valið hjá Jyllands-Posten at prenta tekningarnar av Muhammed at vera eitt slag av provokatión, sum Blaðmannafelagið ikki hevur nakra støðu til, men Heini Gaard slær fast, at Jyllands-Posten hevði fullan rætt til at prenta tekningarnar.
Spurdur, um hann heldur at føroyskir miðlar áttu at stuðlað Jyllands-Posten við t.d. at prentað tekningarnar, sigur Heini Gaard, at ein av tekningunum var at síggja í Dimmalætting í gjár í uttanlandstíðindunum. Hann dugir tó ikki at siga, um hetta var eitt beinleiðis tilvitað redaktionelt val.