Tjóðveldisflokkurin: Kirkjan ikki yvirtakast eftir yvirtøkulógini

Tjóðveldisflokkurin fer væntandi at atkvøða við samgonguni um yvirtøkuna av kirkjuni á ólavsøku. Men hetta skal ikki gerast eftir yvirtøkulógini, tí kirkjan skal vera sermál og ikki felagsmál, metir Annita á Fríðriksmørk, tjóðveldistingkvinna Tjóðveldisflokkurin fer at atkvøða fyri yvirtøkuni. Hetta helt Annita á Fríðriksmørk seg duga at siga á Trapputingi um Fólkakirkjuna fyrr í vikuni.

Hon himpraðist ikki við at siga, at stundum kundi tað tykjast, sum sluppu andstøðuumboðini í politiska fylgibólkinum ikki eins nógv upp í part, sum tey hjá samgonguni. Eisini metti Annita á Fríðriksmørk, at hon onkuntíð hevði havt ein varhuga av, at samgongan fór at brúka kirkjuna sum eitt mál, ið hon kundi breggja sær av í komandi valstríði.

Annita á Fríðriksmørk helt tó, at tann ætlaða yvirtøkan av kirkjuni ikki kundi samanberast við aðrar yvirtøkur, tí kirkjan er so stórur partur av okkara samleika.

Tjóðveldistingkvinnan staðfesti, at kirkjan og læra hennara áttu at verið staðfest í eini serligari lóg, sum t.d. tvinni løgting skuldu samtykkja. Hon helt tí, at Stjórnarskipanin kundi havt hesa funktión.

Av tí sama var Annita á Fríðriksmørk ímóti, at tann sonevnda yvirtøkulógin varð brúkt, har ?rammer og traditioner? eru felagsmál. Hon segði seg tí hava heitt á uttanlandsnevndinia at kanna hetta, tí Tjóðveldisflokkurin fer at berjast til tað síðsta, fyri at yvirtøkulógin ikki fer at verða brúkt í hesum føri, sum hon tók til.

- Skal kirkjan yvirtakast, skal tað verða sum sermál, staðfesti Annita á Fríðriksmørk.

Tjóðveldistinglimurin segði eisini, at hennara flokkur var fyri, at tað verður Løgtingið, sum skal seta bisp eftir vegleiðing frá kirkjuráðunum. Hon grundgav hetta við, at sum nú er, er løgmaður stjórnarleiðari og formaður hjá einum ávísum flokki, tvs. at Føroyar hava einki egið statsyvirhøvd, sum ikki er beinleiðis politiskt. Hetta kundi verið samanborið við, um danir høvdu valt Fogh og italiumenn høvdu valt Berlusconi sum yvirhøvd fyri teirra kirkjur, segði Annita á Fríðriksmørk.