Kongressin hevur ongantíð formliga góðkent John Bolton sum ST-sendiharra, og nú royna Hvítu Húsini at fáa hann góðkendan, áðrenn tann demokratiski meirilutin tekur við leiðsluni á nýggjárinum. Tí hevur umsitingin í Hvítu Húsunum júst sent Kongressini áheitan um at góðkenna Bolton, skrivar Reuters.
Men tað er ikki vist, at tað fer at lata seg gera. Allir demokratarnir í Senatinum eru ímóti at góðkenna John Bolton, og minst ein republikanskur senatorur hevur sagt, at hann fer at atkvøða ímóti góðkenningini. Demokratarnir siga Bolton vera ein av heykunum hjá Bush-stjórnini, og at hann alt ov ofta gongur egnar leiðir ístaðin fyri at royna at samstarva. Og hetta eru ikki teir bestu eginleikarnir hjá einum ST-diplomati, siga teir.
Ein talsmaður hjá demokratunum í Senatinum, Jim Manley, sigur, at demokratarnir vilja framvegis ikki góðkenna John Bolton sum ST-sendiharra, og at hann skal heldur ikki vænta sær góðkenning í næstu framtíð. Republikanski senatorurin Lincoln Chafee sigur, at hann fer heldur ikki at atkvøða fyri Bolton.
-Týsdagin gjørdi amerikanska fólkið greitt, at tað er misnøgt við uttanríkispolitikkin hjá Bush-stjórnini, sigur Chafee. Heldur hann upp á sítt, hevur Bolton ongar møguleikar í Senatinum, tí reglurnar siga, at minst 60 av teimum 100 senatorunum skulu taka undir við, at Senatið skal atkvøða um at góðkenna sendiharran.
Tilnevndur
George W. Bush, forseti, tilnevndi John Bolton ST-sendiharra í fjør, men hann er ongantíð góðkendur í Senatinum, tí demokratarnir hava sýtt fyri at góðkenna hann. Bolton hevur kortini virkað sum ST-sendiharri síðani á sumri í fjør, tí Bush brúkti eina grein í grundlógini, sum heimilar forsetanum at tilnevna fólk, tá Kongressin hevur summarfrí.
Men tilnevningin hjá forsetanum er bara galdandi til nýggjárs, og tá tekur demokratiski meirilæutin við leiðsluni í Kongressini. Tí bendir nógv á, at John Bolton verður tann næsti, sum fellur fyri ósigrinum hjá republikanarunum týsdagin.