TÍÐINDASKRIV
Kommunusamskipan Føroya
Landsstýrismaðurin í mentamálum svaraði mikudagin 14. desember munnligum fyrispurningi í Tinginum frá Bill Justinussen, løgtingsmanni, um vanlukkutrygging av skúlanæmingum.
Landsstýrismaðurin róði í svarinum fram undir, at kommunurnar hava ábyrgdina av at tryggja skúlanæmingar móti vanlukkum í skúlatíðini. Kommunusamskipan Føroya (KSF) metir tað vera neyðugt at gera nakrar viðmerkingar og rættingar til svarið.
Sambært fólkaskúlalógini hevur kommunustýrið ábyrgd av, at øll børn í kommununi hava møguleika at fáa lógarásettu undirvísingina í fólkaskúlanum, og at hóskandi undirvísingarhøli og skúlabygningar eru til taks. Tí hava kommunurnar eisini ábyrgd av skaðum á næmingar í fólkaskúlanum, um hesir koma av, at bygningar og fysiskir karmar annars ikki eru tryggir. Undir ongum umstøðum ber tó til at gera ta niðurstøðu, sum landsstýrismaðurin ger í svarinum, at kommunurnar hava ábyrgdina av at tryggja næmingarnar móti vanlukkum í skúlatíðini.
Kommunurnar hava ikki ábyrgdina av øðrum enn nevndu skaðum, ið næmingunum kann verða fyri í skúlatíðini. Tá eru tað antin næmingarnir sjálvir, sum hava ábyrgd, ella Mentamálaráðið. Mentamálaráðið er arbeiðsgevari hjá lærarunum, og hevur tí ábyrgdina, tá skaðin kemur av, at lærarar ikki hava røkt sína umsjónarskyldu við næmingunum nóg væl. Hetta fylgir av vanligu grundreglunum um arbeiðsgevaraábyrgd.
Fram til 1. august 2004 høvdu land og kommunur felags vanlukkutrygging fyri skúlanæmingar, ið Mentamálaráðið stóð fyri. Henda felags trygging varð uppsøgd til 1. august 2004, tí at Mentamálaráðið upplýsti, at landsgrannskoðarin hevði boðað frá, at landið ikki hevði heimild til at standa fyri vanlukkutrygging av næmingunum. Tá valdi onkur kommuna at tekna vanlukkutrygging fyri sínar skúlanæmingar sjálv.
At onkrar kommunur hava valt at vanlukkutryggja sínar fólkaskúlanæmingar kann ikki skiljast so, at slík skipan nú er vorðin ein kommunal skylda. Kommunurnar hava sum nevnt einans skyldu til at veita endurgjald fyri skaðar, ið hava samband við sjálvar skúlabygningarnar og fysisku karmarnar annars. Henda rættarstøða broytist ikki av, at onkrar kommunur áður hava havt eina meira víttgangandi siðvenju.









