Kári P. Højgaard sigur, at hann enn ikki hevur havt stundir til at hyggja nærri at fíggjarlógaruppskotinum, men samanumtikið er eitt undirskot upp á 200 milliónir krónur ikki nøktandi, og sjálvsstýrisformaðurin heldur, at tað fer at verða tungt at fáa hesar pengarnar innaftur.
Skattalættin rakar ikki rætt
Sambært Kára P. Højgaard segði sjálvsstýrisflokkurin undan løgtingsvalinum í vetur, at tað neyvan fór at verða pláss fyri skattalætta á komandi fíggjarlóg. ? Eg haldi, at tað virkar púra øvugt, at man ger pláss fyri skattalætta á einari fíggjarlóg, sum hevur eitt trý-siffrað milliónahall, sigur hann. ? Føroyska samfelagið tolir ikki fleiri ár á henda hátt, hóast fíggjarstøðan í landinum er góð, sigur sjálvstýrisformaðurin.
? Somuleiðis eri eg bangin fyri, at skattalættin ikki fer at raka tey røttu, t.v.s. tey lágløntu, sum javnaðarflokkurin annars sigur seg umboða, og tað er harmiligt, sigur Kári P. Højgaard.
? Eg haldi, at samgongan átti heldur at hugt upp á avgjaldspolitikkin. Nú hava teir fylgt ætlanunum hjá okkum í fyrrverandi samgongu viðvíkjandi heilsuavgjaldsuppskotinum, har avgjald verður lagt á ymiskar vørur, ið ikki eru til frama fyri heilsuna. Gott nú hava teir ikki lagt avgjald á grønakeks, men annars líkist uppskotið ómetaliga nógv tí hjá undanfarnu samgongu, sum javnaðurflokkurin, ið tá sat í andstøðu, hevði hug til at gera til láturs, sigur Kári P. Højgaard. Formaðurin í sjálvsstýrisflokkinum heldur skemtandi fyri, at kanska hevði tað verið rætt at spurt samgonguna, um teir høvdu biðið Karsten Hansen og Bill Justinussen, ið vóru faddrar at uppskotinum hjá gomlu samgongu, um copyright av heilsuavgjaldsuppskotinum.
Kári P. Højgaard hevur annars ikki hug til at gera tær heilt stóru viðmerkingarnar enn til fíggjarlógaruppskotið, tí at hann ikki enn hevur havt stundir til at nærlesa uppskotið.