mest umráðandi er, hvør skal fáa litið hesa uppgávuna í hendi. TAÐ er greitt, at tað verður í hvussu er ikki nakar flokkur einsamallur, sum fer at stýra landinum. Tað halda vit eisini vera ósunt og ódemokratiskt [...] føroyingar velja nýtt løgting. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg. Talan er um eitt vegamót í føroyskum politikki. Eitt er tað, at komandi landsstýrið skal stýra [...] fólkaræðinum er neyttup, at landsins stýri umboðar fólkið. HÓAST allir flokkar royna at boða sín boðskap, so er greitt, at tað skulu slúkast kamelar eftir valið. Flokkarnir verða tvingaðir til at lora hvør
mikið sum, at tað verður endaspurturin, sum fer at avgera valið. Og her er tað vert at leggja sær stóra valfundin í Norðurlandahúsinum týskvøldið í geyma. Hesin fundurin kann vera við til at avgera valið [...] valið, nú tað stendur so tætt millum flokkarnar. Vit megu bert vóna, at vit fáa ein góðan, men sakligan og siðiligan fund. Øsing og ósaklig argument mugu ikki sleppa at avgera valúrslitið. [...] num. Tó má sigast, at tær kanningar, sum eru gjørdar í Føroyum, við stuðuli frá Fróðskaparsetrinum og Miðnámsskúlum, hava verið rættiliga álítandi. VELJARAKANNINGIN vísir okkum, at føroyingar vilja hava
sjónvarpssending. At tað eisini eru so nógvir flokkar, sum skulu sleppa framat ger, at torført er at fáa nakað veruligt orðaskifti. ORÐASKIFTIÐ um vinnumálini snúði seg mest um fisk. Og tað er heldur einki [...] og har tað tí ikki verður neyðugt við stórum íløgum? Hetta er ein sera sentralur spurningur. Áhugavert verður at vita, hvørja støðu eitt komandi landsstýri fer at hava til málið. Er tað so, at tann, sum [...] vn. Her er neyðugt longu nú at stinga út í kortið, hvar í landinum hon skal vera. Skal tað vera vinnan sjálvan - kapitalurin - sum ger av einaferð med alla, hvar henda útgerðarhavnin skal vera - ella skal
eginognina. Hon er uppá góða milliard kr. HÓAST tað nú eftir øllum at døma er komið á mál, so restar enn góðkenning frá eitt nú eftirliti. Hon fer at koma innan fyri nakrar mánaðir. TAÐ er nýggja lógin um [...] attraktivu. So ein kann siga, at her stóð á jøvnum. TAÐ eru so aftur tey, sum halda, at nú monopolið varð avtikið, so átti tað at verið gjørt fult og heilt. Idealið átti at verið, at vit fingu nógv tryggingarfeløg [...] tryggingarfelagið sigur, at tað verður ikki talan um uppsagnir. Frá einum arbeiðsmarknaðar- og menniskjansligum sjónarmiði er tað gott, men spurningurin er bara , hvussu leingi tað heldur út frá einum ma
Spurningurin er tá, um linjan hjá løgmanni skal førast víðari, ella eitt nýtt landsstýri fer at royna at loysa málið uppá annan og kanska meira hegnigan hátt. Tað kann ikki vera nakað galið í at tosa við danir [...] num til oljuleiting.Her eigur landsstýrið at verða meira virkið enn tað undanfarna hevur. Fyri tað at markið við bretar ikki er ásett, so eigur hetta ikki at nerva tær stóru arbeiðsuppgávur, sum okkara [...] útbjóðing. Tað er eisini vón okkara, at nýggja landsstýrið fer at prioritera almanna- og heilsumálini uppaftur meira og her hugsa vit ikki minst um at fáa primera sektorin og sjúkrahúsverkið at virkað betur
máli. Tað er tó einki dulsmál, at vit mettu tað vera skeivt av sama løgmanni at venda bretum bakið, tá høvi beyðst at vitja Bretland. Vit mettu tað vera ein góðan møguleika hjá tí almennu Føroyum at gera [...] lutvíst at venda Bretlandi og bretskum áhugamálum bakið. Tað hava vit sett spurnartekin við. TAÐ er stórt spell, at málið hevur drigið út. Tað hava bæði bretar og løgmaður skylduna av. Væl vitandi, at tað [...] síðis, um so er, at tú ynskir eina samráðingarloysn. Við hesum hava vit ikki sagt, at hetta málið skal skundast ígjøgnum. Vit taka undir við løgmanni, at hetta er eitt so álvarsligt mál, at tað má farast
hunddálkast fyri tað, at tann danski veljarin ikki hevur givið nøkrum av vongunum meiriluta! Er hetta ikki partur av valskipanini, at tað kann enda við javnleiki! TAÐ skal vera okkara vón, at formaðurin í [...] men eru bert við til at grava ta gjógv, sum eitt nú bankamálið er orsøkin til, enn djúpri. Vit skilja væl torføru støðuna hjá Nyrup-stjórnini, men hon eigur at vera varin ikki at stuðla seg ov nógv til [...] sum tykist hava eitt endamál, og tað er at brúka føroyingar sum einki annað enn páskot fyri at kunna seta kílar í hjá Nyrup og hansara stuðulsflokkum. HVØR heldur, at CD, sum jú fór úr javnaðarstjórini
fylgjandi árini. Tað er eingin loyna, at talan er um eina broytingartíð - um eitt vegamót í føroyska samfelagnum. Tað viðvíkur bæði viðurskiftum okkara við Danmark og umheimin annars, tað snýr seg um skuld [...] og tí er torført at tosa um búskap uttan eisini at viðgera grundarlagið, vinnuna. Tíðin er komin hartil, at vit aftur mugu til at gera íløgur í hetta samfelagið, íløgur fyrst og fremst í sunnar og skilagóðar [...] Tú noyðist fyrst at hugsa í íløgum, áðrenn tað gevur profitt. Og hesar íløgur eigur alt samfelagið at vera við í, eisini Bankin og fíggingarstovnar annars. Vit mugu øll vera við at skapa og byggja upp.
fyrst at billa fólki inn, at hann er ein sjálvstýrisflokkur fyri síðani at leggja út í valstríðnum við at siga somu fólkum, at hann helst vil í samgongu saman við sambandsflokkinum. Skiljið tað, hvør, [...] til at fáa eina av teimum mongu kabalunum at ganga upp. TAÐ skulu og eiga at takast stórar og álvarsligar avgerðir í føroyskum politikki í komandi skeiði. Vit meta, at hetta ber til, uttan at tað skal [...] komandi landsstýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku grøv
vitandi, at tíðin er avmarkað til fyrireiking, tá val verður skrivað út í ótíð og tað óhepna í, at tveir av journalistunum hjá SVF eru valevni, so halda vit kortini, at tað er ein skeiv avgerð ikki at taka [...] fullfør, møguleikar fyri eini liviligari tilveru? RÆTT er tað, at vinnan er tann mekanisman, sum skal fáa samfelagshjólini at mæla. Men so einfaldur er veruleikin heldur ikki. Tí eingin vinna var til vóru [...] valinum. Harumframt kemur alt tað nógva tilfarið í bløðunum og so valfundir kring landið. TAÐ er eingin ivi um, at hetta verður eitt sera spennandi val. Kanska serstakliga tí at her eru so mong stórmál, sum