vinnumálaráðharri, hevur boðað frá, at hann einki fer at gera við málið um, at Posta ætlar at hækka prísin á blaðútberingini. Løgtingið hevur samtykt at stuðla fjølmiðlum við tilsamans tveimum milliónum krónum [...] hevur verið róð framundir, at Posta fór at hækka prísirnar, tá stuðulin verður játtaður. Um tað er av tilvild ella ikki, so hevur Posta boðað frá, at prísurin á blaðútbering fer at hækka í vár. Posta hevur [...] politikarar hava fingið sær, at teir leggja almennar stovnar um til partafeløg fyri at sleppa sær undan ábyrgd. Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, í sambandi við, at Poul Michelsen, vinnu
heilsuverkinum verður fult gagnnýtt. – Ein fyritreyt fyri at játta meiri pengar, er at leiðsla og heilsumálaráð tryggja, at alt er gjørt fyri at fullnýta kapasitet á føroysku sjúkrahúsunum beinan vegin [...] Løgtinginum at taka støðu til, sigur hann og tískil mælir hann frá at taka undir við málinum. Annars er hann samdur um, at tað er vánalig fíggjarstýring, og manglandi felags visitation, er orsøkin til, at La [...] ng, sigur meirilutin. Tey ásanna, at Landssjúkrahúsið hevur verið rakt av óvanliga nógvum sjúkrameldingum, og at tørvurin á konsulentum hevur verið stórur og at tað hevur lagt trýst á fíggjartørvin
barnið. – Og tað er ikki rímiligt, at fyri at fáa fosturtøku, skulu kvinnur noyðast at siga seg vera so illa fyri sálarliga, at tær orka ikki at hava eitt barn, hóast tað ikki passar. Tað er nevniliga [...] læknajournalin og sum sostatt fer at fylgja henni restina av lívinum. Karin Reginsdóttir Joensen sigur, at tey nú kanna møguleikarnar fyri at fara undir eina herferð at upplýsa um fosturtøku, og eitt, tey [...] Sosialistisk Ung hava akkurát havt aðalfund og har hava tey samtkykt at virka fyri at vit fáa fría fostrutøku í Føroyum. Grundhugsanin er, at kvinnan skal sjálv ráða yvir egnum kroppi, men ein kvinna, sum umhugsar
er uppgávan hjá politikarum avmarka til at skapa karmarnar fyri vinnuna at virka í og tryggja at borgarin fær ágóðan. - Politiska uppgávan er ikki í einkulheitum at siga, hvør skal hava kvotur ella ikki [...] hjá politiska mynduleikanum er at gera skipanir og skapa karmarnar og syrgja fyri at hava stabilitet og reglur fyri, hvussu vinnan sjálv kann húsast. Eisini at syrgja fyri, at úrtøkan kemur øllum landsins [...] - Tað sær út til, at reyðir politiskir flokkar læra tað ongantið. Ikki at blanda seg upp í sjálva vinnuna og fríu kappingina um at vinna pengar inn til landið. Tað gongur galið hvørja ferð, og tað skal
milliónir krónur afturat at byggja fyri, og Ólavur Rasmussen hevur sagt, at tað røkkur til at gera húsið liðugt. Bjarni Hammer sigur av býráðsfundinum í dag, at útlit eru fyri, at Salt verður liðugt um [...] Tvøroyri, sigur, at endamálið við eykajáttanini er at fáa húsið liðugt, tí hann heldur, at tað er tað, sum er mest avgerandi beint nú. Ólavur Rasmussen, fomaður í nevndini fyri Saltgrunnin, sigur, at hann hevur [...] aftur, at Salt má repa raksturin næsta ár, og at tvær milliónir verða minni til rakstur, enn annars. Løgtingið hevur samtykt at játta Salt 2,5 milliónir um árið til rakstur, og Bjarni Hammer sigur, at Tvøroyrar
og segði sum var við hinar, at eg megnaði ikki at fullføra hetta. Kuldin gjørdi, at pínan darvaði ryggin og beinini. Soleiðis greiðir Pauli Sømark frá løtuni, tá hann var um at geva skarin yvir og fara heim [...] heim, tá hann fyrr í ár vandi til at gerast kongaligur lívverji. Vinmenninir eggjaðu honum tó at halda á, og søgdu, at tað ikki var so langt eftir. At málið var tætt við. - Tað passaði bara ikki. Vit vóru [...] kom og fortaldi mær, at eg slapp ikki at gevast. At eg sum føroyingur ikki bara kundi gevast. Hon gav mær sjálvsálitið aftur, meðan hon koyrdi meg út aftur í skógin, og eg megnaði at ganga allan teinin,
eisini á, at summi mæla til, at foreldrini fáa fult frælsi yvir tíðina sjálvi, tað vil siga, at tey býta tíðina sjálvi, men at tað hevur ikki víst seg at rigga væl. - Í stuttum vísir tað seg, at besti mátin [...] javnstøðu, sigur Ólavur Ellefsen, sum sigur, at tað er ein andsøgn í tí, at vit biða gentur um at útbúgva seg so væl sum gjørligt, men samstundis leggja upp til, at tær taka barnsburðarfarloyvi og ikki páparnir [...] mátin at fáa pápan at verða longri heima, er at oyramerkja eitt longri tíðarskeið beinleiðis til hansara, sigur Ólavur Ellefsen
út at teirra tilmæli í stórstan mun byggir á gitingar. Bjørn Kalsø sigur, at landsstýrismaðurin hevur ríkiligt av heimildum at seta friðingar og onnur tiltøk í verk fyri at friða ungfisk, uttan at jarðleggja [...] sær, at uppskot varð lagt fyri ting um at friða allar leiðir innanfyri tríggjar fjórðingar fyri vinnuligum fiskiskapi við línu. Ákoyringarnar vóru so harðar, at seinni varð semjan endurskoða, so at nú skulu [...] ikki at atkvøða fyri tí, staðfestir Bjørn Kalsø, sambandsmaður, sum í løtuni er formaður í vinnunevndini. Hann sigur, at hann hevur ikki verið við til at snikka hesa semjuna til og hann veit, at tað eru
greitt sigur, at tað er lógarbrot at hótta dómara ella annan persón. – Vónandi fer hetta at hava við sær, at dómarar í framtíðini fara at fáa betri arbeiðsfrið, og at slíkar hóttanir ikki fara at verða sendar [...] hóttandi, at málið endaði sum eitt politimál, tí hóast dómarar vanliga tola at hoyra eitt sindur av hvørjum, uttan at taka sær stórvegis tykni av tí, var hesin fjepparin farin so mikið um mark, at tað ikki [...] aftur við borðinum. Eftir at hava ráðført seg við sakførara, gjørdi Dómarafelagið av at melda tilburðin. Felagið visti, hvør hevði sent sms-boðini, so tað var ikki so torført at finna fram til rætta viðkomandi
valt at fara undir samráðingar við føroyska skipasmiðju at vita, um til ber at fáa líkinda sáttmála at fremja verkætlanina í partalagi, sigur Vinnumálaráðið í vakstrarpakkanum. Partalag ber í sær, at partarnir [...] teimum íløgum, sum ætlanin er at fara undir, er byggingin av nýggjum havrannsóknarskipi. Tað er umráðandi at tryggja, at brádliga minkandi eftirspurningurin og trupulleikar við at fáa fígging til skipabygging [...] ðnum er at byggja nýtt havrannsóknarskip ? og fyri at tryggja skipasmíð í Føroyum, skal havrannsóknarskipið byggjast á føroyskari skipasmiðju. Landsstýrið hevur í ólavsøkupakkanum gjørt av, at samlaði