Fótbóltur
Tað var mikukvøldið 16. september í fjør, tá fult umfar var spælt í Vodafonedeildini, at ein fótbóltsfjeppari í Eysturoynni gjørdist so argur inn á dómaran í einum av dystunum, at hann eftir dystin sendi dómaranum hesi sms-boð: »Tú ert ein klovn. Um tú ikki leggur floytuna og kortini, kanst tú vænta tær eitt alvorligt besøk sunnukvøldið«.
Orðaljóðið var so mikið hóttandi, at málið endaði sum eitt politimál, tí hóast dómarar vanliga tola at hoyra eitt sindur av hvørjum, uttan at taka sær stórvegis tykni av tí, var hesin fjepparin farin so mikið um mark, at tað ikki bara kundi fara aftur við borðinum.
Eftir at hava ráðført seg við sakførara, gjørdi Dómarafelagið av at melda tilburðin. Felagið visti, hvør hevði sent sms-boðini, so tað var ikki so torført at finna fram til rætta viðkomandi. Síðani hevur málið koyrt sína gongd, men nú er fútin liðugur at viðgera málið.
Sum skilst, hava serligar umstøður gjørt seg galdandi, og tí hevur fútin gjørt eitt undantak frá vanligu siðvenjuni í slíkum málum, so talan í hesum føri bert verður um eina ávaring, hóast eingin ivi er um, at talan er um eitt brot á grein 266 í revsilógini.
Fótbóltsfjepparin sleppur sostatt í hesum føri við einum gulum korti, men úrskurðurin hjá fútanum er ikki minni greiður fyri tað. Har verður millum annað staðfest, at »…en advarsel er en strafferetlig afgørelse, der indebærer, at jeg anser [navnið á fjepparanum] skyldig i det forhold, der er rejst sigtelse for.«
Á heimasíðu sigur Fótbóltssambandið, at tað er sera væl nøgt við avgerðina, ið greitt sigur, at tað er lógarbrot at hótta dómara ella annan persón. – Vónandi fer hetta at hava við sær, at dómarar í framtíðini fara at fáa betri arbeiðsfrið, og at slíkar hóttanir ikki fara at verða sendar í framtíðini, sigur Fótbóltssambandið.