Tað er nú greitt, at mentanarhúsið, Salt, á Drelnesi, fær tríggjar milliónir krónur afturat frá Tvøroyrar Kommunu.
Tað hevur Tvøroyrar Býráð samtykt á fundi beint nú seinnapartin í dag.
Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at endamálið við eykajáttanini er at fáa húsið liðugt, tí hann heldur, at tað er tað, sum er mest avgerandi beint nú.
Ólavur Rasmussen, fomaður í nevndini fyri Saltgrunnin, sigur, at hann hevur váttan frá A.P Møllergrunninum, at tey eru sinnað at játta upp til tríggjar milliónir afturat til verkætlanina, men tað er treytað av, at Saltgrunnurin sjálvur játtar somu upphædd.
Sostatt fær Salt nú seks milliónir krónur afturat at byggja fyri, og Ólavur Rasmussen hevur sagt, at tað røkkur til at gera húsið liðugt.
Bjarni Hammer sigur av býráðsfundinum í dag, at útlit eru fyri, at Salt verður liðugt um ársskiftið.
Hann sigur, at hóast Salt fær tríggjar milliónir afturat frá býráðnum, er hetta ikki peningur, ið verður tikin aðrastaðni frá og sostatt eru tað ikk onnur øki í Tvøroyrar Kommunu, sum missa nakað fyri tað.
Tvøroyrar Býráð hevur áður samtykt at játta Salt tvær milliónir um árið til rakstur. Og í dag hevur Býráðið samtykt, at av stuðlinum í ár verður ein millión løgd um til løgur, og næsta ár verða báðar milliónirnar, sum vóru ætlaðar til rakstur, lagdar um til stuðul.
Sostatt fær Salt bara eina millión til rakstur frá Tvøroyrar býráð í ár, og næsta ár fær Salt onki til rakstur frá Tvøroyrar Kommunu. Tað merkir so aftur, at Salt má repa raksturin næsta ár, og at tvær milliónir verða minni til rakstur, enn annars.
Løgtingið hevur samtykt at játta Salt 2,5 milliónir um árið til rakstur, og Bjarni Hammer sigur, at Tvøroyrar Býráð hevur fingið váttan frá landsmyndugleikunum fyri, at samtyktin hjá Tvøroyrar býráði í dag, fær onga ávirkan á játtanina frá landinum.