– Vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum
Tað sigur Karin Reginsdóttir Joensen, nývald forkvinna í Sosialistiskum Ungum, sum er ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokkinum.
Sosialistisk Ung hava akkurát havt aðalfund og har hava tey samtkykt at virka fyri at vit fáa fría fostrutøku í Føroyum.
Grundhugsanin er, at kvinnan skal sjálv ráða yvir egnum kroppi, men ein kvinna, sum umhugsar forsturtøku, skal altíð hava væl skikkaða ráðgeving til taks.
– Vit hugsa okkum, at tað skal vera læknin, sum veitir kvinnuni hesa ráðgeving, tí tað er hann, sum hevur tættasta sambandið við hana, sigur Karin Reginsdóttir Joensen.
Hon sigur, at tey í Sosialistiskum Ungum halda, at tað er neyðugt at broytingar henda á hesum øki.
– Í dag er tíðin ein heilt onnur enn hon var, tá ið vit fingu lógina um fosturtøku og í roynd og veru vita vit ikki, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fáa fosturtøku.
– Vit vita, hvussu nógvar kvinnur fáa fosturtøku í Føroyum, men vit vita ikki, hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara uttanlands at fáa fosturtøku, leggur hon afturat.
Hon vísir eisini á, at ein kvinna, sum skal hava eina fosturtøku í Føroyum, verður noydd at greiða frá, hví hon ikki vil hava barnið.
– Og tað er ikki rímiligt, at fyri at fáa fosturtøku, skulu kvinnur noyðast at siga seg vera so illa fyri sálarliga, at tær orka ikki at hava eitt barn, hóast tað ikki passar. Tað er nevniliga ein upplýsingur, sum verður viðmerktur í læknajournalin og sum sostatt fer at fylgja henni restina av lívinum.
Karin Reginsdóttir Joensen sigur, at tey nú kanna møguleikarnar fyri at fara undir eina herferð at upplýsa um fosturtøku, og eitt, tey umhugsa í hesum sambandi, er at fáa fakfólk at greiða frá um fosturtøku.