– Hatta er ein finta, sum politikarar hava fingið sær, at teir leggja almennar stovnar um til partafeløg fyri at sleppa sær undan ábyrgd.
Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, í sambandi við, at Poul Michelsen, vinnumálaráðharri, hevur boðað frá, at hann einki fer at gera við málið um, at Posta ætlar at hækka prísin á blaðútberingini.
Løgtingið hevur samtykt at stuðla fjølmiðlum við tilsamans tveimum milliónum krónum. Talan er um eina afturbering av lýsingarinntøkum í Kringvarpinum, sum løgtingið hevur gjørt av at býta út aftur til privatar fjølmiðlar. Men enn hevur løgtingið ikki samtykt lógina um, hvussu hesin stuðul skal býtast millum miðlarnar.
Í viðmerkingum til lógaruppskotið hevur verið róð framundir, at Posta fór at hækka prísirnar, tá stuðulin verður játtaður. Um tað er av tilvild ella ikki, so hevur Posta boðað frá, at prísurin á blaðútbering fer at hækka í vár.
Posta hevur fyrr boðað Miðlahúsinum frá, at hækkingin verður framd í morgin, men Posta hevur nú boðað Miðlahúsinum frá, at hækkingini ikki verður sett í gildi 1. mars kortini.
Men Vinnumálaráðið fer einki at gera við málið. Í staðin mælir Poul Michelsen bløðunum til at kæra málið til Kappingarráðið.
– Tað hava vit ikki tikið støðu til tað enn, tí Posta hevur boðað okkum frá, at hækkingini ikki verður framd í morgin. Vit bíða nú, til vit frætta aftur frá Posta. Men vit halda vera ótrúliga margháttligt, um bløðini fáa stuðul úr Mentamálaráðnum, sum verður borin aftur í Vinnumálaráðið, tí at almenna partafelagið Posta skal hava pengarnar.
– Enn verri er tað, at politikarar bara frásiga sær alla ábyrgd av tænastu, sum almennir stovnar – í hesum førum ein almennur monopolstovnur – skulu veita, við at umleggja teir til partafeløg, sum í síni nátúr skulu tjena pengar, heldur Eirikur Lindenskov.