Arbeiðslagið kann ikki góðtakast

Nakrir tinglimir vilja ikki, treytaleyst, lata Landssjúkrahúsið fáa meiri játtan í ár

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur størstu skyldina av, at  Landssjúkrahúsið er komið í fíggjarligt óføri.

 

Tað heldur meirilutin í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum eitur Ruth Vang, Helena Dam á Neystabø, Bill Justinussen og Gerhard Longberg.

 

Og tey vænta, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, tekur støðuna í fullum álvara og fær viðurskiftini í rætt lag beinanvegin.

 

– Tað kann ikki góðtakast, at ein stovnur við eini játtan upp á yvir 600 milliónir krónur, ikki hevur neyva og nøktandi fíggjarstýring, sigur meirilutin.

 

Tey ásanna, at Landssjúkrahúsið hevur verið rakt av óvanliga nógvum sjúkrameldingum, og at tørvurin á konsulentum hevur verið stórur og at tað hevur lagt trýst á fíggjartørvin hjá Landssjúkrahúsinum.

 

Og tey halda eisini, at meirútreiðslur sum hesar, ikki mugu raka sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð í Føroyum ella uttanlands.

 

Tey staðfesta eisini, at manglandi samstarv ímillum sjúkrahúsini forðar fyri, at orkan í heilsuverkinum verður fult gagnnýtt.

 

– Ein fyritreyt fyri at játta meiri pengar, er at leiðsla og heilsumálaráð tryggja, at alt er gjørt fyri at fullnýta kapasitet á føroysku sjúkrahúsunum beinan vegin og tað, sum er eftir av 2017.

 

Jacob Vestergaard vísir á, at bæði Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús hava boðað frá, at tey kunnu -uttan meirkostnað-, viðgerða súklingar, sum Landssjúkrahúsið sigur seg ikki kunna viðgerða innan givnar karmar.

– Áðrenn tað er kannað, hvussu stórur partur av sjúklingaviðgerðunum kunnu flytast til tey smáu sjúkrahúsini er málið ikki búgvið hjá Løgtinginum at taka støðu til, sigur hann og tískil mælir hann frá at taka undir við málinum.

 

Annars er hann samdur um, at tað er vánalig fíggjarstýring, og manglandi felags visitation, er orsøkin til, at Landssjúkrahúsið javnan kemur í Løgtingið við umbøn um eykajáttan.

 

Kristin Michelsen er samdur við Jacobi Vestergaard í, at møguleikarnar at flyta skurðviðgerir til smáu sjúkrahúsini, skal kannast, áðrenn Løgtingið játtar meiri pengar.