- Tað sær út til, at reyðir politiskir flokkar læra tað ongantið. Ikki at blanda seg upp í sjálva vinnuna og fríu kappingina um at vinna pengar inn til landið. Tað gongur galið hvørja ferð, og tað skal ongin billa mær inn, at tað verður ørvisið hesuferð.
Orðini eigur Edmund Joensen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, sum í lesarabrævi í dag heitir á samgonguna um at blanda seg sum minst í tí, ið vinnan tekst við.
Tað er serliga útlitini fyri at endurtaka feilirnar frá fýrssunum, ið ger, at tingmaðurin hjá Sambandsflokkinum nú talar at førda politikkinum hjá samgonguni.
- Líka mikið hvussu ein vendir og snarar sokallaðu økis- og menningarkvotunum, og hvussu nógvar nevndir verða settar, so eru hetta politiskar útlutingar, sum fara fram, skrivar Edmund Joensen og heldur á.
- Tann ónda ringrásin, sum vit loksins komu burtur úr aftan á svára húsagangin fyrst í nítiárunum, ferð nú í gongd aftur. Tá ið fyrst gongd er sett á politiska útlutan, so steðgast ikki aftur. Øll vilja sjálvandi hava sama rætt til politiska útluting, tað sigur seg sjálvt.
- Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og tað fer hon tíverri eisini at gera hesuferð. Taparin verður aftur tann sami sum seinast, Føroya fólk.
Í lesarabrævinum staðfestir tingmaðurin eisini, at í hansara huga, so er uppgávan hjá politikarum avmarka til at skapa karmarnar fyri vinnuna at virka í og tryggja at borgarin fær ágóðan.
- Politiska uppgávan er ikki í einkulheitum at siga, hvør skal hava kvotur ella ikki. Uppgávan hjá politiska mynduleikanum er at gera skipanir og skapa karmarnar og syrgja fyri at hava stabilitet og reglur fyri, hvussu vinnan sjálv kann húsast. Eisini at syrgja fyri, at úrtøkan kemur øllum landsins íbúgvum til góðar, skrivar Edmund Joensen.
Til ber at lesa alt lesarabrævið við at trýsta á her.










