Pápar burdu verði longri heima

Javnstøðunevndin mælir til at oyramerkja helvtina av barnsburðafarloyvinum til pápan. Kvinnur eru fyri mismuni undir verandi skipan, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini

Javnstøðunevndin hevur í dag skriva eitt lesarabræv, har tey mæla til, at pápar skulu fáa oyramerktar størri part av barnsburðafarloyvinum. Tað vísir seg, at pápar í Føroyum taka bert uml. 5% av samlaða barnburðartíðarskeiðinum, har fýra vikur í løtuni eru oyramerktar til pápan.

 

Les eisini: Gev pápanum helvtina av barnsburðarfarloyvinum

 

- Talan er ikki um at tvinga nakran til nakað, men vit mæla til, at ein størri partur av barnburðafarloyvinum verður oyramerktur til pápan, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.

 

Ólavur Ellefsen vísir á, at í Norra, Svøríki og Íslandi, ið hava havt størri pápakvotur í longri tíð, vísir tað seg, at pápar taka longri farloyvi enn í hinum norðanlondunum.

 

- Vit hyggja ofta til Danmarkar og gera sum tey, men í hesum førinum er tað ikki gott, tí Danmark er aftanfyri hini londini tá tað kemur til javnstøðu, sigur Ólavur Ellefsen, sum sigur, at tað er ein andsøgn í tí, at vit biða gentur um at útbúgva seg so væl sum gjørligt, men samstundis leggja upp til, at tær taka barnsburðarfarloyvi og ikki páparnir í líka stóran mun.

 

- Andsøgnin liggur í, at vit biða tær útbúgva seg, men taka tær síðani av arbeiðsmarknaðinum í longri tíð. Tað er stórt spill av vitan og førleikum, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í javnstøðunevndini, ið vísir á, at kvinnur eisini eru fyri einum stórum fíggjarligum ójavna, tá tær eru leingi burtur frá arbeiðsmarknaðinum.

 

Ólavur Ellefsen vísir eisini á, at summi mæla til, at foreldrini fáa fult frælsi yvir tíðina sjálvi, tað vil siga, at tey býta tíðina sjálvi, men at tað hevur ikki víst seg at rigga væl.

 

- Í stuttum vísir tað seg, at besti mátin at fáa pápan at verða longri heima, er at oyramerkja eitt longri tíðarskeið beinleiðis til hansara, sigur Ólavur Ellefsen