Kyndil - VÍF 33-30 (16-11) Hondbóltsfjepparar í Føroyum kundu fegnast í dag, tá ið kappinarárið tjóvstartaði við dystinum um Lionsbikarið. Landskappingarnar hjá monnum og kvinnum byrjar næsta sunnudag [...] og afturvendandi stórsteypatiltakið já Lions Club skuldi aftur í ár geva fyrstu ábendingarnar um hvussu fremstu liðini í fjør eru fyri í ár. Hjá kvinnum stóð dysturin ímillum greipuvinnararnar úr Kyndli [...] allar við barn, og spæla ikki hondbólt løtuni. Í málinum gjørdu Fríða Petersen og Rebekka Joensen í staðin comeback fyri VÍF. At avloysa á strikuni og í miðverjuni var eisini eitt nýtt andlit at síggja
tonaður niður í mun til fólkatingsvalið, tá tjóðveldi seinnapartin í dag legði fram valskránna til komandi løgtingsval. Valskráin er í tveimum; ein stutt og ein lang, har tann stutta er skipað í sjey punkt [...] Høgni Hoydal, at í tilgongdini móti føroyskum fullveldi skal gerast ein fullveldissáttmáli í samráð við danskar myndugleikar, har samstarv skal ásetast um gjaldoyra, rættindini hjá borgarum í báðum londunum [...] londunum, hægstarætt og annað, ið síðani skal leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum. Føroyska stjórnarskipanin er eisini sloppin á baksetrið í valskránni, har hon er nevnd bert eina ferð: "Vit samtykkja okkara
rættiliga illa upp, sum varð sagt í Løgtinginum í gjár, tá ið uppskotið um at broyta Hjúnabandslógina var til viðgerar við tí endamáli at samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum. Nú løgtingið fyri einum sløkum [...] , at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað verður hildið uttanfyri kirkjugátt. Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt [...] eitt ritual í sambandi við at vælsigna hjún ímillum mann og kvinnu, men hon hevur onki ritual í sambandi við at vælsigna eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn
grindadrápið í Klaksvík mánadagin. Á heimasíðu síni skrivar felagsskapurin, at ein av limum tess, Peter Hammerstedt, hevði verið í Føroyum í eina viku »undercover«, fyri at í fyrsta lagi steðga og í øðrum lagi [...] heimasíðuni. Í frágreiðing síni sigur Peter Hammerstedt, at hann hevði livað saman við grummu oyggjabúgvunum í eina viku, tá hann í radionum hoyrdi um grindina í Klaksvík. Hann setti seg beinanvegin í bilin og [...] grindadráp, skuldi tað komið fyri, meðan hann var í landinum. Við ríkum og uppfinnsamum lýsingarorðum verður drápið lýst. »236 grindahvalir vórðu slaktaðir í Klaksvík: Hannhvalir, gitnar og bróstgevandi honir
fáa eina avgerð í tunnilsmálinum, so at vit eisini kunnu fáa øll hini álvarsmálini í samfelagnum til eina politiska viðgerð, sigur hann. Hann vísir í hesum sambandi á trupulleikarnar í fiskivivinnuni, [...] týdning fyri suðurøkið í Føroyum, men finst ein skilagóð loysn, er hann til reiðar at tosa sum tað. Tí sigur hann, at tað ber til at finna semju um at gera báðar tunlarnar í senn og byrja í 2010 ella okkurt [...] Eysturoyartunnilin og seinnapartin í dag er málið aftur á skránni. John Johannessen, formaður fyri Javnaðarflokkin á tingi, ivast í um tað eydnast at finna eina semju í dag. Men hann ásannar eisini, at talan
sum er ivrigur rossamaður og ferðast nógv í føroysku náttúruni, heldur vera skeivt at útbyggja vatnorkuna meiri í Føroyum. »Samstundis sigur nýggi SEV stjórin í Dimmu nr. 70 frá 11/4-2008 (Punktum.fo) at [...] vatnorkuna í Dølum og við Víkavatn á Streymoynni og allari eystursíðuni á Vágoynni. Orsøkin sigst vera at minka um CO2 útlátið. Soleiðis byrjar Poul Hansen, advokatur, eitt lesarabræv í blaðnum í dag. Poul [...] Føroyar á heimskortið – ikki við at hava fyrrverandi USA forsetar og varaforsetar 1 dag í Føroyum (einki galið í tí) – men við at minka CO2 útlátið á tann hátt, at vit banna allari privatkoyring sunnudag
rættiliga passa inn í tær annars rættiliga homogenu Føroyar. Tað helt Elin Mortensen, samskipari hjá Amnesty International í Føroyum, í 1. mai dags røðu sínari á vaglinum í Havn í dag. Hon helt, at vit [...] hjá Amnesty International í Føroyum í 1. maidagsrøðu - Samhaldsfesti merkir ikki bara , at vit vilja gera okkara fyri at fólk í øðrum londum skulu fáa tað betri. Tað merkir eisini, at vit skapa eitt samfelag [...] at í mannarættindasáttmálanum stendur, at menniskjum er virðing íborin og at allir limir í mannaættini eiga somu ómissandi rættindi. - Tilsamans er hetta støðið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum
at ivast í, at føroysku bankarnir standa royndina og sostatt sleppa upp í hesa ætlaðu skipan, ið enn ikki er løgd fram. Við øllum hesum trupulleikum í huga kundi ein óttast fyri, at meirilutin í fíggjarnevndini [...] nar fyri borgarar og vinnulív. Her í Føroyum er lítið og einki ítøkiligt hent uttan, at vit sluppu upp í donsku bankabjargingina. Við næstu fíggjarlóg, sum jú fer í gerð fyrsta dagin, eiga ítøkilig og [...] sitið við fíggjarlógaruppskotinum í alt heyst, fór at høgga bremsurnar í og harvið gera kreppuna verri. Hetta hevur nevndin ikki gjørt við tí álti, sum varð lagt fram í gjárkvøldið. Hinvegin hevur meirilutin
serstakliga góðan dag í gjár. Hon vann gull í recurve hjá kvinnum, umframt at hon setti nýtt føroyskt met. Hetta er nú 1095 stig, so Annika bøtti um gamla metið við 50 stigum. Menninir í recurve vóru teir [...] munurin rættiliga stórur, so Føroyar vann eina greiða gullmedalju. Í recurve var púra javnt, tá byrjað var í gjár, men eisini har eydnaðist Føroyum at gera ein vørr og vinna seg frammum, soleiðis at tað eisini [...] Av hinum luttakarunum gjørdist Per Holm Andersen nummar níggju í compound, og Rógvi Holm og Eirikur í Jákupsstovu ávikavist nummar 12 og 16 í recurve. Úrslit: Compound kvinnur: 1. Sigrid Vang, 1299 stig
trygdina er hugburðurin avoldaður í Føroyum. Aðrastaðni verður gingið so ónatúrliga høgt upp í hetta, men í Føroyum valdar næstan ein líkasæla á økinum. Og at trygdin er í hásæti tyngir á ongan hátt um a [...] niður í kjølin í góðari trúgv, greiðir Janus í Løðuni frá. Men teir báðir starvsfelagarnir hava ikki verið leingi har niðri, áðrenn teir varnast at okkurt er galið. – Vit hava ikki verið har niðri í meiri [...] misti følilsi í beinunum, tað gjørdist torført at ganga, og eg megnaði akkurát at traðka seinasta feti. Komin út í fríska luft kenni eg, hvussu eg var um at missa vitið, greiðir Janus í Løðuni frá. Dánjal