Loysingarretorikkurin var munandi tonaður niður í mun til fólkatingsvalið, tá tjóðveldi seinnapartin í dag legði fram valskránna til komandi løgtingsval.
Valskráin er í tveimum; ein stutt og ein lang, har tann stutta er skipað í sjey punkt - ella tjóðarmál - sum flokkurin kallar tey: Bústaðarviðurskifti, ferðavinna, viðgerðartrygd, grøna orku, frælsi í familjulívinum, vinnulív og samferðsla.
Bleytari retorikkur
Loysingin í sjálvum sær fær ikki innivist millum tey sjey tjóðarmálini, men víst verður til, at arbeiðast skal framhaldandi fram móti einum meira sjálvstøðugum og sjálvbjargnum samfelag. Høgni Hoydal vildi vera við, at "einar sjálvstøðugar Føroyar við somu rættindum til øll er okkara høvuðsmál".
Undir fólkatingsvalstríðnum æt herrópið "Um ikki nú, nær?" og "um ikki vit, hvør?", og hóast hesi herrópini ongastaðni eru at síggja, hvørki til framløguna ella í valskránni sjálvari, so legði Høgni Hoydal fleiri ferðir dent á, at Føroyar hava ongantíð verið so sjálvbjargnar, sum tær eru í dag, og at væl er á veg móti einum "sjálvbjargnum og sjálvberandi Føroyum".
Ítøkiliga vísti Høgni Hoydal á, at í komandi valskeiði skal ábyrgd takast av teimum málsøkjum, ið framvegis ikki eru komin undir føroyskar hendur, og at lestrarstuðul skal veitast teimum, ið eisini lesa uttan fyri Føroyar. Samstundis skuldi ríkisveitingin lækkast, nú tíðirnar eru góðar.
Fullveldissáttmáli við Danmark
Eisini segði Høgni Hoydal, at í tilgongdini móti føroyskum fullveldi skal gerast ein fullveldissáttmáli í samráð við danskar myndugleikar, har samstarv skal ásetast um gjaldoyra, rættindini hjá borgarum í báðum londunum, hægstarætt og annað, ið síðani skal leggjast til fólkaatkvøðu í Føroyum.
Føroyska stjórnarskipanin er eisini sloppin á baksetrið í valskránni, har hon er nevnd bert eina ferð: "Vit samtykkja okkara egnu føroysku stjórnarskipan á fólkaatkvøðu."
Tá spurdur um hetta, segði Høgni Hoydal, at ein føroysk stjórnarskipan er framvegis týdningarmikil, men at stjórnarskipanin er eitt felagsmál, ið krevur undirtøku frá fleiri flokkum.
Søkja eftir verandi samstarvi
Lagt verður upp til, at samgonguflokkarnir royna at halda áfram við tí samstarvi, ið teir hava havt.
- Samgongan hevur framt ótrúliga nógv saman, so vit vilja eisini fara í samráðingar við verandi flokkar. Men treytin er at halda áfram á fullveldisleið. Tað verður torført við øðrum stórum flokkum, tí teir ganga beint ímóti fullveldishugsjónini hjá tjóðveldi, segði Høgni Hoydal.
Hann gjørdi tó greitt, at tjóðveldi útihýsti ikki ávísum flokkum, men at hann útihýsti ávísum politikki.
Listin ikki liðugur
Á listanum hjá tjóðveldi standa í løtuni 31 valevni, men Høgni Hoydal segði, at "arbeitt verður við onkrum í løtuni", so væntandi verða fleiri valevni at síggja á listanum áðrenn valið.