- Vandin við at seta fólk í bás, er at tað tað verður so lætt at skapa eintáttaðar fíggindamyndir. Vit í Evropa eru ógvuliga fjølbroytt og hví skuldi tað verið øðrvísi fyri muslimar, segði samskiparin hjá Amnesty International í Føroyum í 1. maidagsrøðu
- Samhaldsfesti merkir ikki bara , at vit vilja gera okkara fyri at fólk í øðrum londum skulu fáa tað betri. Tað merkir eisini, at vit skapa eitt samfelag, sum er merkt av tolsemi og har rúmd er fyri øllum, eisini teimum, sum kanska ikki rættiliga passa inn í tær annars rættiliga homogenu Føroyar.
Tað helt Elin Mortensen, samskipari hjá Amnesty International í Føroyum, í 1. mai dags røðu sínari á vaglinum í Havn í dag.
Hon helt, at vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava og hvussu vit kunnu skapa eitt enn betri samfelag, har eisini teir nógv umrøddu útisetarnir hava hug at búsetast.
- Eitt svar er, at vit mugu vera meiri varin at seta hvønn annan í bás, tí fyri tað um eitt menniskja verður kallað humanist, trúgvandi, ella okkurt heilt annað, skulu vit ikki halda, at vit kenna hetta menniskja. Tì vit vita bara ein brotpart av, hvør hetta menniskja er, men vit vita onki um, hvørjar hugsanir og hvørjar kenslur, tað hevur, tí tað er serstakt fyri hvørt einstakt menniskja, saman hvønn bás, tað kann setast í annars.
Vandin fyri at seta fólk í bás, er, at tað verður so lætt at skapa okkum eintáttaðar fíggindamyndir.
- Og tá ið tað er hent, er tórført at varðveita tolsemi, so at vit vera leidd inn á eina kós, sum er sædd fyrr og sum er ógvuliga vandamikil.
Hon segði, at júst hetta er tað, vit síggja í kjakinum um muslimska heimin.
Hon staðfesti, at vit hava lyndi til at lýsa fólk úr Miðeystri sum eina stóra fjøld av fólki, sum bara vil vesturheiminum alt tað ringasta.
- Vit halda okkum vita, hvørjir eginleikar eyðkenna tey menniskju, sum trúgva á Allah. Men venda vit eyguni hendavegin, vita vit eisini, tað er eitt rættiliga breitt hugtak at verða evropeari.
- So hví skuldi tað verið øðrvísi fyri tey, sum eru úr Miðeystri.
Elin Mortensen staðfesti, at í mannarættindasáttmálanum stendur, at menniskjum er virðing íborin og at allir limir í mannaættini eiga somu ómissandi rættindi.
- Tilsamans er hetta støðið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum, so lat okkum øll standa saman um at skapa einar samhaldsfastar og tolsamar Føroyar, var boðskapurin samskiparanum hjá Amnesty.