Nú er borgarligur meiriluti í Danmark

Javnaðarflokkurin fær 19,5 prosent í nýggjari veljarakanning og gongur aftur triðju vikuna á rað. Blái blokkur yvirhálar reyða blokk.

Triðju vikuna á rað eftir summarsteðgin gongur Javnaðarflokkurin í Danmark aftur.

Í meiningakanningini frá granskingarstovninum Voxmeter í dag fær stjórnarflokkurin 19,5 prosent av atkvøðunum, um val var í morgin.

Á valinum í 2022 fekk Javnaðarflokkurin meira enn fjórða hvørja atkvøðu - 27,5 prosent.

Í fyrstu veljarakanningini eftir summarsteðgin 17. august vildu 21,6 prosent av veljarunum velja Javnaðarflokkin. Vikuna eftir var talið 20,3, og nú er tað farið niður í 19,5.

Tað er ein hagtalslig óvissa í veljarakanningini hjá Javnaðarflokkinum á 2,5 prosentstig.

Hóast afturgongdina er Javnaðarflokkurin framvegis á veg at gerast størsti flokkur í Danmark. Næst honum er SF, sum í veljarakanningini hevur undirtøku uppá 14,7 prosent av atkvøðunum.

Hinvegin eru tað borgarligu flokkarnir, sum hava mest at fegnast um í veljarakanningini. Fyri fyrstu ferð síðani fólkatingsvalið stendur blái blokkur at vera størri enn reyði blokkur.

Blái blokkur íroknað Moderatarnar hevur 48,2 prosent av atkvøðunum í kanningini, meðan reyði blokkur hevur 47,7 prosent. Tað er ein hagtalslig óvissa á 3,1 prosentstig.

Men viðmerkjast skal, at Borgaraflokkurin hjá Lars Boje Mathiesen er við í teimum 48,2 prosentunum hjá bláa blokkinum. Men við bert 1,3 prosentum av atkvøðunum hevði flokkurin ikki komið um sperrumarkið til Fólkatingið og atkvøðurnar fóru tí til spillis fyri hinar borgarligu flokkarnar.

Líkamikið, so eru tað Moderatarnir, sum hava avgerandi mandatini í veljarakanningini.

Flokkurin hevur 3,2 prosent av atkvøðunum.

Áðrenn næsta fólkatingsval er kommunu- og regiónsval í Danmark 18. november.

 

/Ritzau/