Eitt groft persónligt álop á meg

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tók sær okkurt av tí, sum var ført fram í Løgtinginum í gjár, rættiliga nær

– Eg taki hetta sum eitt groft persónligt álop á meg.

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, tók sumt av tí rættiliga illa upp, sum varð sagt í Løgtinginum í gjár, tá ið uppskotið um at broyta Hjúnabandslógina var til viðgerar við tí endamáli at samkynd skulu sleppa at giftast í Føroyum.

 

Nú løgtingið fyri einum sløkum ári síðani samtykti , at samkynd skulu kunna giftast í Føroyum, er tað ein treyt, at tað verður hildið uttanfyri kirkjugátt. Sostatt kann lógin um at samkynd kunnu giftast, ikki setast í gildi fyrrenn hjúnabandslógin er broytt, soleiðis at samkynd hjún ikki kunnu fáa hjúnabandið samtykt í kirkjuni.

 

Tí er uppskot nú lagt fyri Løgtingið um at broyta hesa lógargreinina, soleiðis, at hjún, sum eru borgarliga vígd kunnu lata sóknarprest signa hjúnalagið, um so er at kirkjan hevur eitt løggilt ritual til tað.

 

Her verður víst á, at sum er hevur kirkjan eitt ritual í sambandi við at vælsigna hjún ímillum mann og kvinnu, men hon hevur onki ritual  í sambandi við at vælsigna eini samkynd hjún. Og sostatt kunnu samkynd hjún ikki vælsignast í kirkjuni, fyrrenn kirkjan sjálv tekur avgerð um tað, og eitt ritual verður gjørt til endamálið.

 

Í hesum sambandi vóru tað tinglimir úr andstøðuni sum førdu fram, at hetta er at lóggeva um kirkjulig viðurskifti og tað hevur altíð mett at vera heilt óhoyrt, tí politikkur skal ikki blandast upp í kirkjuna.

 

Tað vóru enntá tinglimir, sum skuldsetti samgonguna fyri at »bróta« kirkjuhurðina upp fara »trampandi« inn í kirkjuna at áleggja henni, hvat hon skal gera.

 

Teir, sum førdu hetta fram, vóru Jógvan á Lakjuni, Jørgen Niclasen, og aðrir tinglimir í andstøðuni. 

 

Hetta hóvaði løgmanni rættiliga illa, tí hann helt, at hetta er bæði ósakligt, órímiligt og beinleiðis skeivt.

 

– Eg taki hetta sum eitt groft, persónligt álop á meg, bæði sum løgmann og sum lim í fólkakirkjuni, gjørdi hann greitt.

 

Hann leggur dent á, at uppskotið, sum nú er til viðgerar, broytir akkurát onki í kirkjuni.

 

– Tað stendur framvegis til fólkakirkjuna einsamalla at gera av, hvønn hon vil signa og hvønn hon ikki vil signa, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann sigur, at sum støðan er í dag, kann fólkakirkjan vælsignað eini samkynd hjún, tí tað er onki, sum forbjóðar henni at gera eitt ritual til endamálið.

 

Og tá ið hetta uppskotið verður samtykt, verður tað framvegis kirkjan sjálvt, sum ger av, hvørju hjún, hon vil signað, leggur hann afturat.

 

Men  uppskotið, sum nú er til viðgerar, ásetir at samkynd kunnu ikki krevja at fáa hjúnalagið vælsignað í kirkjuni.