Tað er ikki lukkuligt, sum Sea Shepherd dramatiserar grindadrápið í Klaksvík mánadagin. Á heimasíðu síni skrivar felagsskapurin, at ein av limum tess, Peter Hammerstedt, hevði verið í Føroyum í eina viku »undercover«, fyri at í fyrsta lagi steðga og í øðrum lagi dokumentera grindadráp, skuldi tað komið fyri, meðan hann var í landinum.
Við ríkum og uppfinnsamum lýsingarorðum verður drápið lýst.
»236 grindahvalir vórðu slaktaðir í Klaksvík: Hannhvalir, gitnar og bróstgevandi honir, ungir hvalir og ólagdir ungar, framvegis festir til móðir sínar við nalvastronginum«, stendur á heimasíðuni.
Í frágreiðing síni sigur Peter Hammerstedt, at hann hevði livað saman við grummu oyggjabúgvunum í eina viku, tá hann í radionum hoyrdi um grindina í Klaksvík. Hann setti seg beinanvegin í bilin og koyrdi til Klaksvíkar, men »grossly outnumbered«, sum hann málber seg, var einki hjá honum einsamøllum manni at gera, at steðga drápinum.
Fyri at gera alt meira humant relaterað, verða hvølparnir kallaðir »babies«.
»Babies vóru skorin úr deyðu kroppunum hjá mammu síni og tveittir til síðis at rotna á havnarlagnum. Grindahvalir ferðast í bólkum, sum eru ógvuliga móður- og kvinnuveldis at sær komnir. Eg dugi ikki at ímynda mær ræðsluna og panikkin, sum hesar møður hava kent, meðan teirra familjur vórðu slaktaðar beint framman fyri tær«, eitur tað millum annað á heimasíðuni hjá Sea Shepherd.
Sannleikin ella...
Sum so ofta, tá djóraverndarfelagsskapir greiða frá um grindadráp, verður gingið meira upp í at dramatisera drápið, enn neyðturviliga at halda seg strangt til sannleikan. Millum annað verður sagt:
»Grindahvalir eru fullkomiliga friðaðir undir Convention og the Conservation of European Wildlife and Natural Habitats. Við framhaldandi at loyva slaktinum í Føroyum, livir Danmark ikki upp til sínar skyldur sum undirskrivari av konventiónini«, sigur Peter Hammerstedt.
Hann fírir heldur ikki fyri at pynta eitt sindur upp á sannleikan og yvirdramatisera sín innsats í sambandi við grindadrápið.
»Tá grindamenn byrjaðu at elta Hamerstedt til gongu, skundaði hann sær í bilin og flýddi, alt fyri at upploada myndir og kykmyndir til tess at fáa tær trygt út úr landinum. Afturkendur byrjaði hann beinanvegin at fáa hóttandi sms, og vegna stóra vandan boðsendi høvuðsskrivstovan hjá Sea Shepherd honum at sleppa sær av landinum sum skjótast«, eitur tað á heimasíðuni hjá felagsskapinum.
»Hóast økt trygdarvirksemi og stranga løgregluavhoyring á flogvøllinum váttar Hammerstedt, at hann er sloppin av landinum«, sigur Sea Shepherd á heimasíðu síni.
Greitt verður eisini frá, at Peter Hammerstedt hevur givið seg út at vera ein svenskur filmslesandi, men at hann var kendur aftur frá dramarøðini Whale Wars, hóast umfatandi stig vórðu tikin at goyma hansara samleika.