Fá sekund frá deyðanum

Janus í Løðuni og Dánjal Pauli Højgaard vórðu báðir eitraðir av gassi, tá teir vóru til eina arbeiðsuppgávu umborð á einum skipi. – Beinini reiggjaðu undir mær, og eg var um at missa vitið, sigur Janus, sum heldur at hugburðurin til arbeiðstrygd í Føroyum er avoldaður

Tað er mikudagur 2. mai. Janus í Løðuni av Eiði er sum vant til arbeiðis hjá El-Service á Skála. Saman við starvsfelaga sínum Dánjal Paula Højgaard av Toftum, skal hann umborð á eitt skip á Skála skipasmiðju.

– Har var eingin ávaring, einki skilti ella nøkur útsúgving, so vit fara niður í kjølin í góðari trúgv, greiðir Janus í Løðuni frá. Men teir báðir starvsfelagarnir hava ikki verið leingi har niðri, áðrenn teir varnast at okkurt er galið.

– Vit hava ikki verið har niðri í meiri enn 20 sekund, tá Dánjal Pauli spyr meg, um eg lukti nakað tí luftin er so trong. Eg kenni so á mær, at beinini byrja at reiggja undir mær, og skundi mær tí móti leytaranum.

Tað er tó ikki meiri enn akkurát so, at teir báðir klára út.

– Eg misti følilsi í beinunum, tað gjørdist torført at ganga, og eg megnaði akkurát at traðka seinasta feti. Komin út í fríska luft kenni eg, hvussu eg var um at missa vitið, greiðir Janus í Løðuni frá. Dánjal Pauli Højgaard sigur somu søgu.


Sjúkrameldaður

Eftir at hava ligið á dekkinum eina løtu og fylgt lunguni við frískari luft, reisast Janus og Dánjal Pauli aftur. Støða teirra er langt frá góð. Teir hava vaml, høvuðpínu og beinini kitla og prika, eins og tá tey eru sovnað. Tí fara teir til lækna. Boðini haðani eru, at teir skulu hava nógva fríska luft.

Men dagin eftir er sama skili hjá Janusi. Hann fer til arbeiðis, men noyðist at gevast, tí hann hevur tað á ongan hátt gott. Tískil fór Janus á skaðastovuna, og í Havn verða blóðroyndir tiknar og kanningar gjørdar.

– Eg fekk at vita frá læknanum har, at tað var í allar síðstu løtu, at vit sluppu út, sigur Janus, sum varð sjúkrameldaður næstu 14 dagarnar eftir óhappið.


Hvar er trygdin?

Hóast alt hetta, hevur Janus í Løðuni ikki hug at lasta nakran. Tí, sum hann tekur til, so er hetta farið, úti av verðini og teir báðir hava tað gott nú. Men hann hevur tó hug at reisa ein spurning um trygd á arbeiðsøkjum. Í sínum arbeiði á El-Service hevur Janus arbeitt nógv uttanlands, og sambært honum er tað himmal víður munur á trygdini, og umstøðunum sum heild, her heima og so aðrastaðni.

– Samanbera vit trygdina er hugburðurin avoldaður í Føroyum. Aðrastaðni verður gingið so ónatúrliga høgt upp í hetta, men í Føroyum valdar næstan ein líkasæla á økinum. Og at trygdin er í hásæti tyngir á ongan hátt um arbeiðsgongdina. Tvørturímóti gongur tað skjótari fyri seg, og er tað eisini hugaligari, vísir Janus í Løðuni á.